DMI: Vindur og regn eru á veg

Kavaveðrið heldur sær út á dagin, men í nátt og í morgin verður lýggjari

Danska verðurstovan DMI væntar, at í dag verður kalt og kavaveður, men í kvøld og í nátt verður lýggjari. Vindurin fer at vaksa, og í morgin verða bæði vindur og regn.

DMI sigur, at í dag vera 8-13 m/s av eystri og landnyðringi, vaksandi upp í 23 m/s við hvirlum. Samdrigið og kavi ella vátakavi av suðri, í kvøld og í nátt regn ella vátakavi. Hitin verður millum 3 hitastig og 2 kuldastig. Í nátt lýggjari, millum 1 og 6 hitastig.

 

Mánadagin vera 15-20 m/s av eystri og útnyðringi, í støðum upp í 23 m/s og hvirlur við stormstyrki. Sunnanfyri minkar vindurin nakað um middagsleitið. Samdrigið og regn ella vátakavi. Móti kvøldi minkar vindurin niður í 8-13 m/s av suðri. Hitin verður millum 3 og 8 stig, í støðum heldur kaldari.