Ódn kravt

Tropiska ódnin Noel hevur lagt heilar bygdir undir í vatni, og umleið 25.000 fólk hava mist hús og heim

Eftir áhaldandi regn í trý samdøgur standa heilar bygdir í Dominikanska Lýðveldinum og Haiti undir í vatni, og aðrastaðni royna fólk at stríða seg fram ígjøgn­um mold og runu frá skriðulopum.

Myndugleikarnir í Dom­in­ikanska Lýðveldinum siga, at har hevur illveðrið kravt minst 41 mannalív, og at minst 33 fólk eru ikki komin afturíaftur. Hildið verður, at umleið 25.000 fólk hava mist hús og heim, og myndugleikarnir hava flutt onnur 20.000 úr hús­unum.

Í Haiti hevur illveðrið ikki verið so ringt sum í granna­landinum, men hait­isku myndugleikarnir siga, at Noel hevur kravt í hvussu er 20 mannalív har.

Í gjár herjaði Noel partar av Kuba, men har høvdu myndugleikarnir fyrireikað seg væl, og einki er frætt um, at illveðrið kravdi mannalív har. Nú er Noel á veg ímóti Bahamas og Florida. Longu í gjár var brim nógvastaðni har suðuri í Florida, og í South Palm Beach eru fleiri fólk flutt burtur frá strondini.