Ein 32 ára gamal maður, sum er skuldsettur fyri at hava burturflutt, neyðtikið og dripið Emiliu Meng, kann hugsast at fara at fremja fleiri álop á gentur, um hann verður latin leysur.
Tað staðfestir ein dómari í Rættinum í Næstved í kvøld eftir gott tríggjar tímar drúgvan rættarfund.
Har hevur dómarin givið løgregluni viðhald í, at tað er orsøk at skerpa grundarlagið fyri fongslingini í málinum um burturflytingina og neyðtøkuna av eini 13 ára gamlari gentur við Kirkerup í apríl.
Nú er ein serliga styrktur illgruni. Av fyrilitum fyri rættarkensluna hjá fólki verður kravd fongsling.
Men maðurin er eisini skuldsettur fyri brotsgerðina ímóti Emiliu Meng í 2016 og fyri at hava lopið á eina 15 ára gamla gentu í Sorø í november í fjør.
Í báðum førunum er grundaður illgruni, gera dómarin greitt og gevur ákærumyndugleikanum viðhald. Tí hevur hetta óvanliga málið tikin eina munandi vend.
Millum annað hava tey funnið okkurt í telduni hjá manninum, sum tyngir hann, sæst í einum úrskurði, sum dómarin las upp beint fyri klokkan 19.
Júst tann forholdsvís stutta tíðin millum álopini í Sorøe og við Kirkerup er ein av grundgevingunum fyri, at vanda er fyri, at hann, um hann verður latin leysur, fremur nýggjan harðskap.
Fongslingin verður eisini grundað við, at tann 32 ára gamli, um hann verður latin leysur, fremur nýggja kriminalitet av líknandi slag.
Tilfarið hjá løgregluni varð lagt fram handan stongdar dyr. Einstakar upplýsingar nevnir dómarin tó.
Í málinum um morðið á Emiliu Meng snýr tað seg til dømis um, at hann tá hann hon varð dripin átti ein bil, sum líkist einum bilir, sum sæst á myndum frá vakmyndatólum.
Haruframt tyngir tað hann, at hann fáar tímar áðrenn álopið var nærindis staðnum haðani Emilie Meng hvarv við Korsør Station.
Eisini at tann skuldsetti keypti inn í handlinum Harald Nyborg dagin fyri, hevur týdning. Hvat hann keypti, verður ikki upplýst.
Illgrunin verður undirbygdur við tilfari, sum er funnið á bústaðinum hjá manninum undir eini rannsókn. Tað snýr seg um dna-spor. Eisini okkurt sum er funnið á líkinum hevur týdning, framgongur.
Tann 17 ára gamla Emilie Meng var ikki funnin fyrr enn fleiri mánaðir eftir, at hon hvarv. Líkið lá í einum vatni við Borup á Miðsælandi 24. desember.
Tann 32 ára gamli sat undir liðini á verja sínum, Karinu Schou, advokati, tá dómarin legði fram avgerðina. Í svartari Adidas-troyggju sat hann og hugdi skrátt niður fyri seg.
Framanundan hevði hann sitið við hondini undir høkuni. Av og á fekk hann sær ein slurk úr einum koppi.
Verjin segði, at tað verður umhugsað, um avgerðin skal kærast til Eystara Landsrætt.
/ritzau/