Annað umfar av várkappingini í Ódnartøkum var um vikuskifti. Róð var tríggjar ferðir 140 metrar í trimum ymsum riðlum. Nakrar nýggjar manningar vóru at síggja síðani síðsta umfar, ímeðan summar manningar ikki vóru við aftur hesa fer.
Fyrsti riðil.
Fyrsti riðil var rógvin av 5-mannaførum kvinnum, barnaróðri dreingjum og 5-mannaførum gentum. Tó so at kvinnurnar á Jallinum fingu góða kapping í fyrsta róðrinum, vunnu tær allar tríggjar róðrarnar, eins og í fyrsta umfarið. Ingibjørg vann allar róðrarnar á Falki í barnaróðri dreingjum, ímeðan Firvaldur vann allar sínar róðrar sannførandi í 5-mannaførum gentum. Báran kom á mál áðrenn Blikur tvær ferðir, og liggja tí javnt í kappingini um annað plássið og hesi bátastøddini.
Annar riðil.
Barnaróður gentur, 6-mannafør menn og 8-mannafør róðu í øðrum riðili og her var 6-mannafari Sundabáturin at síggja fyri fyrstu fer í Ódnartøkum í ár. Teir vístu kreftir og megnaðu at vinna tann eina róðurin og vóru annars beint eftir Hvessing. Ingibjørg og Árnfirðingur vóru í serflokki og vunnu allar tríggjar róðrarnar sannførandi og føra eisini samlaðu kappingina í hvør sínari bátastødd.
Triði riðil.
Síðsti riðil var rógvin við 5-mannaførum dreingjum, 6-mannaførum kvinnum og 10-mannaførum. Drekin Reyði var ikki við hetta umfari, men ætlar eftir øllum at døma at møta til síðsta umfari. Ormurin Langi var møttur at kappast ímóti Klaksvíkingi men máttu eftir trý umfør ásanna at Klaksvíkingur var skjótari báturin.
Sølmundur sum var einasti guli báturin til Ódnartøkini hetta umfari vann sannførandi allar róðrarnar í 6-mannaførum kvinnum. Fípan Fagra vann, eins og Sølmundur, allar sínar róðrar, men við harðari kapping við Sílið, sum í altíð lá fáar hundraðpartarnar aftanfyri.
Um uppmøtingin var javnari og kappingin tikin meira í álvar kundi samlaða kappingin skjótt blivið spennandi, men tíverri er kappingin mestsum avgjørd í flestu bátastøddum. Síðsta umfarið verður sum vant á bátastevnu í Vestmanna 20. mai.