Ódnartøk í vikuskiftinum

Eftir lítlan støðg frá kappróðri verður nú aftur tikið til árarnar. Fyrsta umfar í heystkappingini í ódnartøkum verður í Hvannasundi leygardagin.

Eftir lítlan støðg frá kappróðri verður nú aftur tikið til árarnar. Fyrsta umfar í heystkappingini í ódnartøkum verður í Hvannasundi leygardagin. 35 manningar hava meldað til og lagt er upp til ein spennandi og stuttligan dag.

 

Ódnartøkini hava verið sera væl móttikin av áskoðarum, sum nú endiliga hava møguleika at síggja hvussu ein startur í kappróðri fyrigongur. 

 

Í ódnartøkum vera róð umleið 130 metrar sum eru ímillum 30 til 40 tøk, alt eftir bátastødd. Kappingin er í trimum riðilum, og í hvørjum riðili eru tríggjar bátastøddir, har hvør bátastødd rør fyri seg. Allir bátarnir rógva tríggjar ferðir.

 

Fyri at vísa á hvussu kappingin fyriferst verður fyrsti riðil tikin sum dømi. Riðilin er við barnaróðri dreingjum, fimmmannafør kvinnur og seksmannafør kvinnur. Fyrst rógva dreingirnir 130 metrar, síðani fimmmannafør kvinnur og síðst seksmannafør kvinnur. Hetta hendir tríggjar ferðir í somu raðfylgju, og tá hetta er av fer næsti riðil í gongd.

 

Kappingin byrjar Leygardagin klokkan 14, og plagar tað at taka umleið ein til hálvan annan tíma at avgreiða róðrarnar.