Stóri spurningurin er, um tað fer at eydnast at finna eina breiða semju í Uttanlandsnevndini, ella um nevndin fer at bíta seg í bólkar.
Taka vit fráboðaninar frá Høgna Hoydal og Jóannesi Eidesgaard í SvF í seinastu viku, so er lítið sannlíkt, at semja fæst í lag.
Tað tykist meira sum, at partarnir standa við sítt, og tað merkir, at samgongan fer til Danmarkar at samráðast við einum lítlum meiriluta í rygginum.
Nærri men
kortini langt frá
Sum sagt er endamálið við viðgerðini í uttanlandsnevndini at fáa eina breiða semju - um tað yvirhøvur ber til.. Hetta eru ymiskar meiningar um, og til dømis heldur Jákup Strøm, at tað verður torført at vinna burtur úr tí støðukríggi, sum partarnir hava læst seg í síðani fullveldismálið varð sett á skránna fyrstu ferð.
? Sum tað sær út, so standa teir so langt frá hvør ørðum, at tað verður trupult at fáa teir at semjast. Hvør heldur upp á sítt. Kortini haldi eg, at Javnaðarflokkurin hevur víst eina konstruktiva linju við ikki at avvísa samgonguna beinanvegin, sigur Jákup Strøm.
Suni á Dalbø, samfelagsfrøðingur, sigur at hann er sannførdur um, at samgongan fer at ganga í tveimum bólkum við samgonguni og andstøðuni í hvør sínum. Miðflokkurin er eitt sindur toførur at taka støðu til, tí Jenis av Rana ongantíð hevur sagt seg vera fyri fullveldinum, samstundis, sum trupulleikarnir við pensjónunum og landssjúkrahúsinum seta spurnartekin við hansara loyalitet móti samgonguni í hesum málinum.
Tískil er samanhangur millum tað, sum samfelagsfrøðingarnir og politikararnir siga:
Útlitini fyri eini semju eru ikki góð.
Ganga ikki ímóti samgonguni
Ein annar møguleiki er sjálvandi, at partar av samgongulimunum í Uttanlandsnevndini fara at ganga ímóti viljanum hjá samgonguni og gera eitt tilmæli, saman við t. d. Javnaðarflokkinum.
Men hetta heldur Hergeir Nielsen, formaður í Uttanlandsnevndini lítið um.
? Møguleikin er har, at ein meiriluti kemur fram til eina aðra loysn enn tað landsstýrið mælir til, men tað meti eg vera ógvuliga lítið sannlíkt, sigur Hergeir Nielsen og leggur afturat:
? Samgongan hevur ein arbeiðssetning, sum hon er samd um, bæði í samgonguskjalinum og í løgtingssamtyktini og sum málsgongdin hevur verið yvirhøvur. Tað hevði verið sera óheppið um tann møguleikin stakk seg upp.
Jóannes Eidesgaard sigur um henda spurning, at hann metir at nevndarlimirnir hjá samgonguni í Uttanlandsnevndini og landsstýrið arbeiða so mikið væl saman, at hetta neyvan hendir.
Breið orðing
Hin møguleikin er, at Uttanlandsnevndin kemur ásamt um eina breitt orðaða semju, um at gerast skal ein nýggjur sáttmáli millum Føroyar og Danmark. Og tað verður so ikki fullveldið, sigur Suni á Dalbø.
? Tað kann vera ein nýggj heimastýrislóg ella eita sjálvstýrislóg ella frælsur felagsskapur, men fer ikki at eita sjálvstýrislóg, tí Javnaðarflokkurin hevur nýtt tað heitið.
? Fyri yvirhøvur at halda viðgerðini og kjakinum ígongd, so velur man ikki at kalla tað sjálvstýrislóg, sum kann tengjast at Javnaðarflokkinum ella fullveldi, sum kann tengjast at Tjóðveldisflokkinum, sigur Suni á Dalbø.
Standa veikari
Sum støðan er í løtuni, so er mest sannlíkt, at landsstýrið fer til Danmarkar at samráðast við tí meirilutanum, sum var í løgtinginum tá uppskotið til samtyktar varð samtykt í tinginum.
Hetta er ikki tann besta støðan at standa í, tí samgongan hevði verið munandi sterkari um so var, at ein breiður meiriluti fekst, sum gav ábendingar um, at so nógvir tingmenn, sum yvirhøvur gjørligt taka undir við samráðingarupplegginum.
Tað hevur verið sagt fleiri ferðir, at júst henda støðan fer at hava við sær, at føroyska samráðingarnevndin fer at standa veikari í samráðingunum enn hon annars vildi havt gjørt.