Døgg gevur út jólasang

Døgg Nónsgjógv syngur jólini inn við einum nýggjum jólasangi, ið hon selur digitalt á netinum.

 

Við lagnum nú er Jól hevur unga eysturoyardaman Døgg skapt eitt fittligt og jóligt ljóð, ið tó enn fyrst og fremst ljóðar sum Døgg Nónsgjógv, fyrst og fremst orsaka av hennara sjarmerandi og næstan skroypiligu rødd.

 

Døgg gav í heyst út tvey løg á iTunes "Tú ert hjá mær" og "Tú tók mína hond", tað ljóðaði tá, at hon arbeiddi við einari heilari útgávu, men nú bleiv tað so ein jólasangur fyrst.

 

Eins og á hinum fyrru løgunum er sangurin innspældur saman við Hans Jacob Kollslíð og Jens L. Thomsen.

 

Í løtuni kanst sangurin keypast á Band Camp, leinkja liggur niðanfyri, men lagið kemur eisini á iTunes ein av komandi døgunum.