Eitt nýtt felag í Suðuroynni, Dokumentar.fo, gevur í vikuskiftinum út fýra dokumentarfilmar. Talan er um fýra siðsøguligir filmar úr Suðuroynni, sum eru tiknir upp í vár og í summar, og sum verða givnir út leygardagin. Framløgan av filmunum verður á Torginum í Vági leygardagin frá kl. 10.00, har tað eisini ber til at keypa filmarnir. Filmarnir eru í stuttum umrøddir niðanfyri.
Anna hjá John ? ung í 1920unum og 1930unum
Í apríl í ár fortaldi Anna Petersen í Vági, vanliga nevnd Anna hjá John, um síni barna- og ungdómsár. Anna varð fødd í í 1915 og segði hon frá sera hendingaríkum barna- og ungdómsárum í Vági, umframt frá tíðini, tá hon tænti í Havn og í Keypmannahavn. Anna Petersen andaðist í august í ár 94 ára gomul.
Filmurin er 37 minuttir langur.
Søgur & Sangir í Stóra Pakkhúsi
Leygarkvøldið 9. mai 2009 var kvøldseta í Stóra Pakkhúsi í Vági við søgum og sangi á skránni. Tað vóru teir tríggir Robert McBirnie, Jógvan Dahl og Tummas Mikal Smith, sum hetta kvøldið vóru á palli í Stóra Pakkhúsi. Teir tríggir hava allir slitið teirra barnaskógvar í Vági. Hetta leygarkvøldið í mai 2009 var eisini eitt kvøld, har Vág og upplivingar teirra í Vági vóru á skránni.
Filmurin er 82 minuttir langur.
Grindabátar á ferð av Vágseiði til Fámjins
2. hvítusunnudag í 2009 fóru grindabátarnir í Vági av Vágseiði og varð róð til Fámjins. Hesin filmurin er um ferðina til Fámjins. Við á ferðini vóru: Dýrið, Gjógvarábáturin, Hvalurin, Norðstjørnan, Svanur, Tofta Regin, og Trolarin.
Filmurin er 60 minuttir langur.
Grindabátar á ferð av Vági til Skálavíkar og Havnar
Fríggjadagin 24. juli fóru grindabátarnir í Vági við fylgi av Vági við kós móti Skálavík. Leygardagin 25. juli hildu teir leiðina fram til Havnar. Hesin filmurin er um ferðina til Skálavíkar og Havnar
Við á ferðini vóru: Dýrið, Gjógvarábáturin, Hvalurin, Norðstjørnan, Oyrabáturin, Sigmundur Brestisson, Sildberin, Svanur, Tofta Regin, og. Trolarin. Umframt grindabátarnir vóru eisini: Johanna TG 326, Nólsoyar Páll, Anja M, og Uranus við á ferðini.
Filmurin er 64 minuttir langur.