Sunnudagin, 5. februar klokkan 18, fer Óli Jacobsen at hava frásøgn við myndum um D.J. Danielsen, eisini kallaður Dollin, í Berøa í Saltangará.
Óli fer at greiða frá søguliga leikluti hansara móti harðræðinum hjá belgiska konginum, Leopold 2. í Congo - ein søga, sum hevur verið ókend í 100 ár.
Tað verður viðurkent av søgufrøðingum í USA og Evropa, at Dollin byrjaði ta tilgongd, sum førdi til, at Leopold kongur mátti lata Congo frá sær í 1908.
- Sigast kann, at Dollin er einasti føroyingur, sum hevur ávirkað heimssøguna - og enn tá til tað betra! Tí er hetta ein hugtakandi søga, sigur Óli Jacobsen, sum í sínari frásøgn eisini fer at siga eitt sindur um virksemi Dollans í Føroyum.
Tá tiltakið verður í Berøa sunnudagin klokkan 18, eru øll hjartaliga vælkomin.