Dolly Parton: Kend pør halda ikki

Fjølmiðlaverðin er full kendum pørum. Í kærleiksfullum hugum leingjast vit eftir at líkjast Jolie og Pitt og Beckham parinum, men Dolly Parton metir..

..at hesu romantiseraðu pørini ongantíð fara at halda.

 

 

Dolly Parton hevur verið gift við sama manninum í 44 ár, og tað er ein orsøk til tað, heldur hon.

 

-Eg møtti manni mínum, áðrenn eg varð stjørna, og hann er líkaglaður við tað. Um eg varð gift við einum úr mínari bransju, hevði tað ongantíð hildið, sigur hon við heimasíðuna, Femalefirst.

 

Hon heldur, at tað er týdningarmikið, at tey bæði ikki hava tað sama í kalendaranum ? nakað, hon ikki sær hjá teimum kendu pørunum.

Um tey ikki kappast, so hava tey ymisk virði í lívinum. Tey koma ongantíð at síggja hvønn annan, tí at tey bæði tvey hava somu óstøðugar arbeiðstíðir.