Dómadagurin hjá R.S.F. nærkast

At aðalfundurin hjá R.S.F. nærkast frøðir mítt hjarta. Serliga tá eg hugsi um, at tað er her at nevndin og dómsnevndin koma at taka avleiðingarnar av teimum ólukkugerðum, ið gjørdar eru.

Hvat ólukkugerð tað í hesum føri er talan um, man neyvan nakar ivi vera um. 10-mannafarsróðurin 1997 man hava fest seg í minnið hjá teimum flestu, sjálvt teimum, ið hildu Ólavsøku úti í Mykinesi, men tími eg ikki at fara í smálutirnar í hesum málinum. Tað er tað alt ov pínligt til og tá tað bert eru góðir tveir mánaðir til farið verður undir eitt nýtt kappróðrarár, so velji eg heldur at hyggja frameftir. Eitt skal kortini sláast fast: føroyameistaraheitið hjá 10-mannaførunum í ár bleiv bert eitt eiti!

Tað eru nógvar sera løgnar avgerðir tiknar í R.S.F. gjøgnum ár og dag, men at apukattarnir skuldu klára at seta met í ár, tað hevði eingin væntað. At R.S.F. hevur eina dómsnevnd, ið er so ókompetent er syndarligt. Eina trímannanevnd, ið hevur so neyðarsligar limir, at onkur teirra, um rætta lagið er til staðar, kann telja heili seks hjástødd um fundarborðið, hóast tey bert eru trý, er láturligt.

Tað man kortini vera long tíð síðan at hendan dómsnevndin hevur sitið rundan um eitt fundarborð, hóast tað á hvørjum ári eru nógv mál/kærir, ið hava rætt til sámuliga viðgerð. Grundin er, at limirnir í nevndini halda seg vera so væl skikkaðar, at ein telefonsamrøða teirra millum er nóg gott grundarlag til ein úrskurð, ið dømir umróður, tekur stig frá onkrum báti ella góðtekur róðurin, ið kært verður um. At kalla allar nevndarlimirnar inn til fundar, og har viðgera møguligar ógegnisspurningar, tosa við dómarar, eygleiðara og fólk ið annars vóru á staðnum og hyggja at møguligum sjónbandsupptøkum, skuldi ein trúð var vanlig mannagongd tá slík mál skulu viðgerast. Men hetta er ikki neyðugt tá ein yvirklókur miðvingur og ein eins klókur oyndfirðingur sita í panelinum. Teir vita jú alt!!!

Fáið hesi fólkini úr nevndini og tað ongantíð ov skjótt. Broyti síðani bygnaðin í nevndini soleiðis, at dómsnevndin í R.S.F. framyvir skal mannast við einum íðkandi rógvara og tveimum løgfrøðingum. Tá skuldi vit havt eina skikkaða nevnd, ið heldur seg til lógirnar og ikki letur seg ávirka av illvilja og gomlum aggi.

Tað er nú, at ruddast kann út úr sugguni, ið er hægsti myndugleiki innan rógviítróttin og lat ikki ta fráfarandi dómsnevndina fara frá við lógvabrestum - hon hevur uppiborið alt annað!


Rógvari