Føroysku úrmælingadómararnir og dómaraeygleiðararnir eru hesa vikuna í Barcelona á fyrireikingarskeið til kappingarárið 2016
Dómararnir og hjálpardómararnir, ið skulu døma bestu deildirnar í ár, eru í hesum døgum í Spania og fyrireika seg kappingarárið 2016.
Nógvar støður, ið eru á sjónbandi, frá seinasta kappingarárið verða eftirmettar, tulkingar av lógunum verða viðgjørdar og tiknar við. Skeiðið er skipað við framløgum, bólkaarbeiði, samrøðum, kjaki og venjingum, skrivar fsf.fo.
Fyrrapartin av degnum verður arbeitt í skúlastovu, meðan seinnaparturin er úti á vøllinum. Týsdagin var rennitest á skránni, ein sokallað BIB test. 27 dómarar og hjálpardómarar kláraðu krøvini til EFFO-deildina, tveir krøvini til 1.deild, meðan tveir steðgaðu og mugu renna testina umaftur saman við teimum seks, sum ikki runnu vegna skaða ella sjúku.
Fyri at døma í fremstu deildunum í Føroyum skal dómarin klára ávís krøv í rennitest tríggjar ferðir árliga. Harafturat eru fysiskar, tekniskar og taktiskar venjingar eisini úti á vøllinum.
Tíggju dómaraeygleiðararnir eru eisini við og hava partvís skeið fyri seg sjálvar, umframt saman við dómarunum. Skeiðsleiðarar eru Lassin Isaksen, Niklas á Líðarenda, Tummas Pauli Olsen og Álvur Hansen.
Kyros Vassares úr Grikkalandi, umboðandi UEFA, undirvísti tann eina dagin við heitinum ”Message from UEFA – Teamwork”. Vassares kom beinleiðis úr Rom í Italia, har hann týskvøldið var dómaraeygleiðari til Champions League dystin millum AS Roma og Real Madrid.
Føroyska ferðalagið kom aftur til Føroya sunnudagin.