info
Ongi úrslit

Dómaraveldið ætlar at koma við fleiri reglum

Millum uppskotini er, at gul kort skal geva tíggju minuttir útvísing, bara liðskiparin sleppur at tosa við dómaran og at VAR fær størri heimildir

Tróndur Arge
29. november 2023 kl. 18:40

Meðan tey fótbóltsáhugaðu enn slikka sárini eftir órímilga brotssparkið í París í gjár, so er dómaraveldið longu í holt við fleiri reglugerðir. Ein teirra er, at útskeldaða VAR skal blanda seg enn meira upp í fótbóltin. Tað skriva altjóða miðlar.

International Football Association Board, stytt IFAB, er felagsskapurin, sum umsitur fótbóltsreglurnar. IFAB kemur javnan við nýggjum hugskotum til dómaralógina.

Sky Sports skrivar, at nýggjasta uppskotið er at VAR fær enn størri heimildir. Í løtuni kann VAR bara blanda seg upp í, tá talan er um ein greitt mistak í samband við rangstøðu, reytt kort, revsing til skeivan spælara og brotsspørk.

Í IFAB verður nú lagt upp til, at VAR eisini skal kunna blanda seg upp í, tá talan er um seinna gula kortið, hornaspørk og í ávísum støðum fríspørk. Sagt verður, at framtíðarbroytingar tó ikki mugu steðga spælinum.

Ætlanin er eisini at roynakoyra gul kort, sum geva tíggju minuttir útvísting. Eitt sindur sum tveir minuttir í hondbólti, men fyri útvald brot. Eitt nú fyri niðurgerandi atburður og málburður. Hartil verður leitað til rugby, har bara liðskiparin sleppur at tosa við dómaran í ávísum umstøðum. Eisini hetta verður væntandi royndarkoyrt í næstum.

Tað er ikki greitt hvar hetta verður royndarkoyrt, men tað er ikki óhugsandi at hesi uppskotini vinna fram í næstum.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

22 tímar síðan

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

Í gjár kl. 17:48

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

1 tími síðan
Tíðindi

Heystveðrið sæst aftur í elframleiðsluni

2 tímar síðan
Tíðindi

Grønlendska tingið samtykt verjuavtaluna við USA

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Onki Merki – Onki “Tú altfagra land mítt” til OL í Los Angeles í 2028

2 tímar síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

3 tímar síðan
Tíðindi

Málini móti Bakkafrosti eru fyrnd

3 tímar síðan
Tíðindi

Trump sigur seg steðga milli­arda­stuðli­num til Ísraels

3 tímar síðan
Hondbóltur

Eingin søla við dyrnar

3 tímar síðan
Tíðindi

Markleys Útbúgving størri enn nakrantíð

5 tímar síðan
Tíðindi

USA velur: Valdið hjá Trump stendur upp á spæl

5 tímar síðan
Tíðindi

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

7 tímar síðan
Hondbóltur

EM: Føroyar hava eina óvanliga stóra favorittstøðu

7 tímar síðan