Dómsnevndin hjá FSF kolldømdi avgerðina, sum kappingarnevndin hevði tikið viðvíkjandi leikbanninum hjá Eyðuni »Gullok« Svalbard hjá TB.
TB'arin varð skrivaður fyri eitt gult kort í dystinum móti HB 27. september, sum hann ikki átti. TB legði merki til hetta í hesi vikuni, og vildi hava FSF at broyta dómaraseðilin.
Men hetta vildi kappingarnevndin hjá FSF ikki. Hon vísti á, at farið var út um tíðarfreistina fyri at broyta dómaraseðilin.
TB vildi ikki góðtaka hesa avgerð og kærdi til Dómsnevndina hjá FSF, sum hevur endaliga orðið at siga í slíkum málum.
Og á fundi fríggjadagin avgjørdi Dómsnevndin at kolldøma avgerðina hjá kappingarnevndini og gera av, at Eyðun »Gullok« Svalbard ikki fekk gult kort í dystinum móti HB, og tí kann spæla í morgin.
Kappingarnevndin hjá FSF hevur seinnu árini havt fleiri líknandi mál at taka støðu til, og hevur altíð afturvíst kærunum vísandi til tíðarfreistina.
Hetta er fyrsta ferðin at slík avgerð hjá kappingarnevndini verður roynd í Dómsnevndini.
TB hevði annars hótt við at boykotta dystin móti FS Vágum, um FSF ikki broytti dómaraseðilin, men hesum sleppa tvørámenn nú undan.
Dysturin millum TB og FS Vágar leygardagin er tann fyrri av teimum dystum, sum skulu avgera hvat av liðunum skal spæla í 1. deild næsta ár.