Don Ø lúrir eftir norðmonnum

Donsku feløgini vóru tey sterkastu í norðurlendsku fótbóltskappingini Royal League, men nevndarformaðurin í FCK, Flemming Østergaard, heldur, at norðmenn fer at gerast munandi sterkari næstu árini

- Noreg fer at verða ein harður kappingarneyti hjá donsku fótbólti frameftir. Lønirnar eru hægri í norskum fótbólti, og ríkmenn keypa seg inn í feløgini, sigur Flemming Østergaard við BT.