Donald Trump í undanvindi

Veljarakanningarnar vísa at undirtøkan veksur.

Mynd: Polfoto

41 prosent av øllum republikansku veljarum siga seg nú stuðla Donald Trump í hansara roynd at gerast forsetavalevni hjá republikanska flokkinum. Tað skrivar CNN.


Tað er harvið fyrstu ferð, at Donald Trump fær undirtøku frá fleiri enn fjøruti prosent av republikansku veljarum í eini landsumfatandi kanning.


Ted Cruz er einasta valevni, fyriuttan Donald Trump, ið megnar at koma yvir 10 prosent markið. Nítjan prosent av republikanskum veljarum siga seg stuðla Ted Cruz.


Marco Rubio fær átta prosent, Ben Carson seks prosent, Jeb Bush fimm prosent, Chris Christie fýra prosent, meðan restin fekk undir trý prosent.


Veljarakanningin var gjørd í døgunum 21. til 24. januar gjøgnum telefonsamrøður við 1.002 fólk. Tað er CNN og ORC, ið hava gjørt veljarakanningina. 

Mynd: Polfoto

Mynd: Polfoto

Mynd: Polfoto

Mynd: Polfoto

Mynd: Polfoto