Eitt av republikansku valevnunum til forsetavalið í Amerika í 2016, nevniliga Donald Trump, er kendur fyri at vera rættiliga kaldur, tá tað kemur til viðmerkingar um eitthvørt. Hetta varð bara meira staðfest, tá hann, aftaná eitt óvantað tap hjá Rondu Rousey, ið íðkar stríðsítróttina UFC, skrivaði út á Twitter.
- Glaður um, at @RondaRousey tapti sín dyst í kappingini í gjár. Tapti so syngjandi – eitt óvinarligt fólk.
Hetta stríðið teirra millum, er kanska úrslit av viðmerkingum, ið Rousey hevur gjørt um Trump sum forsetavalevni:
- Eg vil ikki fara niður í smálutir, men eg líti ikki á hendan mannin at stýra míni tjóð.
Trump, ið ikki er av heimsins best umtóktu monnum hjá nógvum í løtuni, fær allarhelt spunnið øði í nógv við hesari viðmerkingini.