Donald Trump kom í trupulleikar í gjár við einum viðmerking um næsta grundlógarískoyti, ið mong tóku sum eina áheitan um at leypa á Hillary Clinton.
Frá talarastólinum í North Carolina í gjár segði Trump, at um Clinton bleiv vald, vildi hon vildi hon bert seta liberalar dómarar í hægsta rætt og harvið hótta tey, ið nú hava rætt at eiga skotvápn.
-Hillary vil avtaka næsta grundlógarískoyti. Um hon sleppur at velja dómarar, so er tað einki, ið tit kunnu gera við tað, segði hann. –Uttan møguliga tey, ið stuðla næsta grundlógarískoytinum, legði hann síðani afturat.
Næsta grundlógarískoyti er tað, ið fleiri tulka sum rættin hjá amerikanarum at bera skotvápn, og hevur verið ein hornasteinur undir kjakinum um skotvápn í nógv ár. Summir forsetar hava roynt at gjørt broytingar, men tað hevur altíð víst seg at verða ógvuliga torført, tí tað eru so mong, sum síggja tað sum ein natúrligan rætt.
Viðmerkingin hjá Donald Trump bleiv afturvíst av Republikanska flokkinum og av mongum øðrum. Senatorurin í Connecticut, demokraturin Chris Murhpy, skrivar á Twitter, at hóast Donald Trump møguliga ikki meinti tað bókstaviliga, at tey, ið áttu vápn skuldu gera seg inn á Hillary Clinton, so vórðu tað nógv, ið kundu misskilja tað og taka tað til sín.
Donald Trump hevur víst øllum frá sær og sigur fjølmiðlar gera eina søgu burturúr ongum.
-Eg vil einans hava fólk at atkvøða fyri at bjarga grundlógini, segði Donald Trump á Twitter.
-Tey, ið stuðla hesum er nógv og hava stóra makt. Tey fara út í stórum rúgvum at atkvøða og tað verður ikki fyri Hillary. Hetta er enn eitt dømi um at fjølmiðlarnir vilja hava Hillary Clinton at vinna, sigur litfagra forsetavalevnið hjá Republikanska flokkinum, Donald Trump.
Stuðlar hjá Donald Trump, ið vórðu til staðar vísa á, at hetta var bert ein viðmerking, ið var søgd til stuttleikar og tey uppfataðu tað á tann hátt.