Samanlegging av orkufeløgum
DONG Energy er navnið á nýggja orkurisanum á danska orkumarknaðinum, sum er vorðin til við samanleggingini av DONG, Elsam, NESA, Københavns Energi, Energi E2 og Frederiksberg Forsyning. Arbeiðsøkini hjá DONG Energy umfata tískil nú leiting og framleiðslu av kolvetnum, elframleiðslu, varandi orku, orkuhandil, gasflutning og -goymslu og sølu og flutning av gassi og el. DONG Energy hevur 4500 starvsfólk í Danmark, Noregi, Bretlandi, Niðurlondum, Týsklandi, Svøríki, Spania og Føroyum.
DONG satsar uppá Atlantshavið
Felagið, ið rekur oljuleitingarvirksemið hjá DONG Energy, eitur DONG E&P, sum hevur savnað størsta partin av sínum virksemi í trimum kjarnuøkjum. Strategiin hjá DONG E&P er bygd á, at danska økið og sunnari partur av norska økinum veita núverandi framleiðsluna, økið uttanfyri mið-Noregi, við millum øðrum Ormen Lange gassfeltinum, fer at veita framleiðsluna í næstu framtíð, meðan atlantsmótið umboðar framtíðar framleiðsluna. Atlantsmótið umfatar økið vestanfyri Hetland, føroyska økið og partar av mið-Noregi.
Endamálið við hesi strategi og hesum satsingum er at økja eginframleiðsluna av gassi hjá DONG Energy, og soleiðis at fáa størri ræði á allari virðisketuni heilt frá leiting til kundasamskifti. Við einum 10% parti av risastóra norska gassfeltinum Ormen Lange er hesin málsetningur næstan náddur, og tann stóra orka, sum verður løgd í leiting, serliga í økinum millum Hetland og Føroyar, skal tryggja DONG Energy eina høga eginframleiðslu sum frá líður.
Við ársenda 2006 hevði DONG E&P meiri enn 68 loyvi í Danmark, Noregi, Bretlandi og Føroyum. Olju- og gassframleiðslan var umleið 40.000 tunnur av oljuekvivalentum um dagin, og við kendum goymslum til 20 ára framleiðslu. Norski parturin av framleiðsluni hjá DONG Energy fer at vaksta munandi tey komani árini, serliga tá gassframleiðslan úr Ormen Lange byrjar við ársenda 2007. Framleiðslan í Noregi verður avgerandi fyri um DONG E&P kann trífalda framleiðslu sína til 125.000 tunnur av oljuekvivalentum innan fá ár, sum málið er.
- Avgerðin at keypa ognarpartin hjá BP í Ormen Lange, sum var góð 10%, umframt ein líka stóran ognarpart av gassleiðingini Langeled frá Noregi til Bretlands er av alstórum týdningi fyri strategi okkara um at fáa ein munandi vøkstur í eginframleiðsluni. Stórt sæð øll týðandi downstream gassfeløg í Evropa stremba í hesum tíðum eftir at økja eginframleiðsluna, og fyri DONG Energy sær tað sera lovandi út. Ormen Lange er størsta íløgan hjá DONG E&P nakrantíð, og er hon umleið 12 mia. kr. (umleið 2 mia. USD) í tíðarskeiðnum fram til 2012. Tað sær út til, at hendan íløgan hjá okkum fer at vísa seg at verða sera góð, bæði strategiskt og vinnuliga. Við hesum konsolidera vit okkum á tí strategiskt týdningarmikla marknaðinum í Norðurevropa, og onnur olju- og gassfelt eru síðani keypt og seld til nógv hægri prísir pr. oljuekvivalent. Útbyggingin er higartil til tíðina og innanfyri tíðarætlanina, so vit eru sera væl nøgd við Ormen Lange, sigur stjórin fyri DONG E&P, Søren Gath Hansen.
Ein av týdningarmiklastu spælarunum vestanfyri Hetland
Seinnu árini hevur DONG verið eitt serliga virkið felag á Atlantsmótinum, og hevur fingið tillutað eitt stórt tal av leitiloyvum í økinum, umframt at hava keypt seg inn í onnur loyvi. Í løtuni hevur DONG okkurt um 20% av teimum samlaðu kendu, men ikki útbygdu gassgoymslunum í økinum.
- Vit hava tey seinastu árini staðfest okkum sum eitt av teimum mest týdningarmiklu feløgunum í hesum økinum, og er hetta gjørt gjøgnum tillutan og uppkeypum av loyvum. Vit eru við í tveimum oljufundum, Rosebank og Cambo, umframt fýra gassfundum, Laggan, Torridon, Laxford og Tobermory, sum vit vænta at kunna byrja at framleiða gass úr umleið 2011-2012. Vit eru somuleiðis projektleiðari fyri einari stórari verkætlan við fimm oljufeløgum, ið skal koma við tilmælum til bretsku myndugleikarnar um hvussu økið vestanfyri Hetland eigur at verða útbygt, sigur Søren Gath Hansen.
Føroysku megin markið hevur DONG verið við, síðani oljuleitingin byrjaði, og er í løtuni luttakari í 3 loyvum; loyvi 006, har Brugdan-brunnurin varð boraður í 2006, loyvi 008 sum liggur beint hinumegin markið frá Rosebank, og loyvi 009 sum umfatar eitt risastórt øki longuri norðuri.
- Sjálvsagt gjørdust vit vónbrotin um úrslitini frá Brugduni, sum ikki vóru sum væntað, men um vit mistu mótið orsakað av vantandi úrslitum frá einum einstøkum brunni, so vóru vit í skeivari vinnugrein. Vit hava heldur ikki lagt øll eggini í somu kurv, men fylgja einari leitistrategi fyri hetta økið, sum er bygd á váðaspjaðing og tol, viðmerkir Regin Hammer, umboðsmaður hjá DONG í Føroyum.
Stórur váði við møguleika fyri stórum vinningi
Framleiðsluumstøðurnar í havøkinum millum Hetland og Føroyar eru sera ringar, við ofta ringum veðri og djúpum havi, og hevur hetta við sær lutfalsliga høgar kostnaðir, og undirstøðukervið skal byggjast upp frá grundini. Harafturímóti er lutfalsliga lítið leitað í økinum og sær økið sera lovandi út. Leitingin í føroyskum øki hevur eisini aðrar stórar avbjóðingar, serliga orsakað av basaltinum sum fjalir størsta partin av føroyska økinum.
- Jarðalisfrøðingar og jarðfrøðingar okkara eru tó sera dugnaligir at tulka data frá slíkum økjum. Ætlaninar hjá okkum við hesum økinum liggja longri úti í framtíðini, men í langskygdu strategiini hjá okkum hava hesi økini við stórum váða ein týdningarmiklan leiklut. Hetta tí at væntandi kann stórur vinningur fáast um olja ella gass verður funnið her, staðfestir leitistjórin Jan Terje Edvardsen.
DONG fingið fleiri nýggj loyvi í Noregi og Bretlandi
Sterka støðan hjá DONG í hesum økjum er styrkt við, at DONG hevur fingið tillutað 3 nýggj loyvi á mið-norskum øki og 2 nýggj loyvi í økinum vestan fyri Hetland, í seinastu norsku og bretsku útboðsumførunum, sum vórðu almannakunngjørd fyri stuttum.