DONG trýr uppá Føroyar

Fer helst at vera við í 3. útbjóðing og umhugsar møguleikan at gerast fyristøðufelag. Uttan mun til úrslitið av Brugduboringini heldur leiðslan í DONG, at føroyaøkið er áhugavert og goymir kolvetni í undirgrundini. Felagið hevur verið her frá byrjan og hevur ongar ætlanir um at taka seg út, heldur tvørturímóti.

Millum mongu oljufeløgini, sum eru við á oljuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum er eisini danska DONG við ikki færri enn 7 fólkum. Tey eru eisini komin higar at hitta umboð fyri Jarðfeingi og geva teimum ein status yvir virksemið og ætlaninar hjá danska oljufelagnum á føroyska landgrunninum í framtíðini. Felagið hevur eisini júst nú latið upp skrivstovu á Müllersbrúgv í Havn, har umboðsmaðurin hjá felagin, Regin Hammer fer at røkja mongu uppgávurnar hjá felagnum. Hóast DONG enn ikki er fyristøðufelag um okkara leiðir, so metir leiðslan í felagnum Føroyaøkið kortini so spennandi og týðandi, at tað hevur gjørt av at hava fast fólk á skrivstovuni fyri m.a. at kunna gerast sjónligt í føroyska gerandisdegnum og hava tættari tilknýti til føroyskar myndugleikar og samfelagið annars.

Søren Gath Hansen, stjóri hjá DONG sigur, at DONG er komið til Føroya fyri at verða. Teir meta sítt virksemi her út frá einum longterm sjónarvinkli. Vit hava eisini stóran áhuga í komandi 3. Útbjóðing á landgrunninum og hava tosað við myndugleikarnar um hetta. Uttan mun til úrslitið av verandi Brugduboring, sum vit eisini eru partur, av so fara vit at hyggja positivt eftir einum komandi útbjóðin. Vit hyggja frameftir og uppá longri sikt sigur DONG stjórin.

Hann sigur annars, at tey hjá DONG eru sera hugtikin av tí sera professionella arbeiði, sum fólkini hjá Jarðfeingi hava staðið fyri heilt frá 1. útbjóðing og fyri tí liðligligheit tey hava víst í sambandi við samanlegging av brunnum til onnur øki. Hetta er nakað, sum oljuídnaðurin leggur til merkir og tekur til sín eisini tá framtíðar íløgur skulu raðfestast. At føroyskir oljumyndugleikar duga at síggja tær avbjóðingar sum skiftandi støður eru orsøkin til og vilja laga loyvini eftir tí er eitt sera positivt signal at senda út.

Á fundinum við Jarðfeingi varð eisini greitt frá broytingum innanhýsis í DONG, sum hevur keypt upp fleiri elfeløg og er vorðið ein av teimum fimm størstu fyritøkunum í Danmark við 4500 fólkum í arbeiði og einum umsetningi uppá 33 milliardir kr. Hetta ger, at vit hava stóra íløguorku, og vit eru robustir, sjálvt um prísirni fara upp og niður.

-Merkir hetta, at tit eru meira fit for fight at gera størri íløgur her eitt nú í einum komandi útbjóðing?

-Vit eru fyrsstøðufelag bæði í Danmark, Noregi og vestan fyri Hetland. Vit útiloka ikki, at vit eisini eru sinnað til at gerast fyristøðufelag við Føroyar, nú vit hava kapasitetin til hetta.

-Tit eru við í Brugdubrunninum. Er úrslitið av hesi boring eitt knald eller fald fyri oljuleiting við Føroyar?

-Tað er tað avgjørt ikki. Vit høvdu ikki kunnað arbeitt í hesi bransjuni, um vit sóu soleiðis uppá tað. Vit arbeiða uppá longri sikt, vitandi at hetta økið er high risk tvs. sera váðiligt. Uttan mun til úrslitið so fara vit ikki at gevast.

Søren Gath Hansen sigur, at føroyski landgrunninum er risastórur og fyri tað um eitt pinkulítið økið vísir seg ikki at goyma kolvetni, so eru møguleikarnar nógvir aðrastaðni. Men lat okkum nú síggja, hvussu gongur.

Dongstjorin vísir á, at fund eru gjørd beint hinumegin markið, eitt nú Rosebank og Cambo, sum Dong er partur av. Hann heldur, at líknandi fund fara eisini at vera gjørd hesumegin markið.

-Lat okkum nú síggja, hvussu metingarbrunnarnir við Rosebank fara at rigga, og rigga teir, hvat útlit eru til, so skal tað nokk eisini fara at vísa seg at vera positivt við Cambo nakað syðri. Sum nú er verður hetta økið evaluerað undir einum.

-Hvat kann Dong tilføra føroyska økinum, sum onnur oljufeløg ikki kunnu?

-Vit hava veerið við frá byrjan. Vit hava sera nógva vitan um tey paleosenu sandsteinsreservoir, sum vit halda finnast her. Vit hava eisini út frá okkara arbeiði í donskum øki nettupp við hesum jarðfrøðiligu fyribrigdunum fingið sera stóra vitan, sum vit eisini kunnu brúka til at skilja føroysku undirgrundina betur.

Jan Terje Edvardsen er leitistjóri hjá DONG. Hann sigur, at royndirnar sum Dong hevur bæði í Eysturgrønlandi og Bretlandi koma væl við í leitingini við Føroyar, har mett verður at Grønland og Føroyar einaferð hava ligið saman.

-Nú segði ein av fyrilestrarhaldarum, at tað eru kanska góð tíðindi fyri Føroyar, at nógv av sedimentunum her stava frá Eysturgrønlandi heldur enn frá bretsku oyggjunum.

-Tað er rætt, og tað kann avgjørt vera gott fyri Føroyar.

Søren Gath Hansen sigur, at tað er ikki óhugsandi, at Dong, sum nú meira og meira verður eitt elfelag eisini kann hava áhugamál á tí økinum her í Føroyum.