Hetta er eitt gott og spennandi prospekt, stóri spurningurin er, hvussu stórt eitt fund, verður tað gjørt, er heldur stjóri í danska felagnum DONG
ENI skal bora við Føroyar í næstum. Nú er Dong ikki partur av tí boringini, men hvussu heldur Dong-leiðslan møguleikarnar vera fyri at finna olju í tí brunninum?
Jan Terje Edvardsen: -Vit halda, at hetta er eitt gott og spennandi prospekt, og vit ynskja teimum góða eydnu. Spurningurin er bara, hvussu stórt eitt fund man vera har. Hetta liggur í einum umráði tætt upp at økjum hinumegin markið, har fund eru gjørd, so vit síggja rættiliga ljóst uppá hesa boringina. Vit vóna, at ENI ger eitt fund, tí tað fer at økja um áhugan fyri øllum økinum og ikki minst geva týðandi upplýsingar um føroysku undirgrundina.
-Anne Marie leiðin, har borað verður í næstum, liggur ikki so langt frá Cambofundinum, sum Dong eisini er partur av á bretsku síðuni. Tað hevur ljóðað, at Cambofundið gongur inn um føroyskt mark.
-Cambo gongur ikki inn á føroyskt øki, hóast oljukeldan gongur tætt inn móti markinum. Vit hava borað tríggjar brunnar á Cambo og tí vita vit, hvar struktururin gongur. Og eg má siga tíverri, hann gongur ikki inn um føroyskt mark.
-Nær er sannlíkt, at avgerð verður tikin um at útbyggja Cambo?
-Vit meta framvegis, um tað skulu borast fleiri avmarkingarbrunnar men vóna at fáa eina framleiðslu innan rímuliga tíð.
Umframt Cambo er eisini gjørt eitt annað fund gjørt longur norðari, nevnt Rosebank. Jan Terji Edvardsen sigur, at spurningurin um at kunna samskipa eina útbygging av báðum hesum keldum eisini verður vendur.
-Og verður olja funnin nú á Anne Marie leiðini og á eini aðrari leið á føroyskum øki beint vestan fyri Rosebank eisini, vil tað so eftir tykkara tykki eisini vera ein møguleiki fyri at samskipa eina útbygging føroysku megin við útbyggingar hinumegin markið?
-Avgjørt. Dømi er um júst tað sama í donskum og norskum øki, har fund er gjørt í norska partinum, og sum ikki lønar seg at útbyggja einsamalt men sum nú verður knýtt uppí framleiðslu donsku megin umvegis rørleiðingar. Tað vísir so, at hetta ber til at gera tvøurtur um markið millum tvey lond. Hetta er fyrsta av sínum slag millum Noreg og Danmark. Nú skal eg ikki gera meg klókan uppá støddina av møguligum fundi á Anne Marie men skuldi tað verið eitt lítið felt, so vildi tað verið møguleiki at bundið tað upp infarstrukturin bretsku megin.
Søren Andersen, sum stendur á odda fyri útviklinginum við Hetland, vísir á avgerðina at útbyggja gassfelt í hetlendskum øki, sum so kunnu fáa týdning fyri fund á føroyska landgrunninum eisini.
-Fyrst byrjar tú við frontierkanningum, har eingin veit nakað. Síðani verða fund gjørd, men man veit ikki, hvat man skal gera við tey, tí eingin infrastrukturur er. Men tá gjørd eru fleiri smærri fund, sum kunnu bera kostnaðin av einum infrastrukturi, so kemur hitt av sær sjálvum, at tú kanst knýta nýggj fund uppí uttan at hugsa um at tú skal fara undir eina útbygging einsamalt. Tí haldi eg eisini, at tað er heilt rímuligt at taka fram Cambo og Rosebank útbyggingarnar í bretskum øki, tí verða tær gjørdar kunnu tær gera, at vit kunnu fáa framleiðslu í gongd við Føroyar nógv skjótari.