Millum feløgini í The Faroes Partnership samtakinum, ið hevur fingið loyvi at leita eftir olju, er eisini danska felagið DONG. Søren Gath Hansen, stjóri í Dong sigur, at teir eru sera væl nøgdir við loyvið, tí tað fevnir um eitt øki, har teir síggja sera áhugaverd prospekt. -Tað arbeiði, ið vit kunnu her har, kann uttan iva vera við til at avklára, um har finst olja og gass sigur hann og vísir á, at teir hava sjálvandi søkt fleiri staðni, men tað teir fingu eru teir sera fegnir um.
Hóast Dong-stjórin er bjartskygdur, so heldur hann tað kortini vera rætt at gera sær greitt, at tað kunnu koma fyri fleiri brunnar, sum eru turrir, áðrenn vit kenna økið gott nokk. -Vit kunnu sjálvandi vera hepnir, men eg haldi tað er týdningarmikið at sláa kalt vatn í blóðið, gjøgnumføra nakrar boringar til vit so kenna økið nóg væl. Hann heldur tí, at tað gott kunnu ganga fleiri ár til olja verður funnin og vísir í hesum viðfangi á, at man má gera sær greitt, at hetta er nakað langsiktað.
Dong er eitt av feløgunum, sum hevur verið við frá byrjan og hevur stjórin har sera rósandi orð at bera føroyskum oljumyndugleikum. -Her er jú talan um eitt sera lítið samfelag, men dygdin í arbeiðinum hjá Oljumálastýrinum er á einum sera høgum støði. Man hevur gjøgnumført eina altjóða útbjóðing uppá sera stutta tíð og tað er ótrúliga væl klárað.
Luturin hjá Dong í samtakinum var 10% men varð herfyri øktur tiol 17%. Hetta hava teir gjørt, tí teir trúgva uppá føroyaøkið. Søren Gath Hansen sigur, at Dong er komið til Føroya fyri at verða verandi. Tað vónar hann. Ætlanin er helst at stovna eitt føroyskt dótturfelag hjá tí danska Dong einaferð í framtíðini.
-Tað snýr seg heldur ikki bara um olju og gass. Vit eru eisini sinnaðir til at samstarva við føroyingar á øðrum orkuøkjum, eitt nú innan vindmyllur og aðrar viðvarandi orkukeldur.