##med2##
Fá kriminalmál hava fylt so nógv í Avstralia sum málið um Kathleen Folbigg.
Tá hon í 2003 varð dømd fyri ferfalt morð, skaka tað øll í Avstralia.
Tað var ófatuligt, at ein mamma í eitt tíðarskeið upp á 10 ár kundu drepa egnu børn síni, tvær gentur og tveir dreingir.
Sjálv hevur hon hildið uppá, at hon er ósekt, og at børnini doyðu av vøggudeyða.
Eftir 19 ár í fongsli er nýggj vón hjá henni.
Eftir tilmæli frá ríkisadvokatinum hevur guvernørurin í statinum New South Wales gjørt av, at málið skal kannast av nýggjum.
Tað er eftir trýsti frá avstralskum og útlendskum ílegugranskarum, sum halda at hava vísindalig prógv fyri, at børnini eru deyð av nátúrligum ávum.
Eitt av hesum granskaraliðum er av Aalborg Universitet undir leiðslu av Michael Toft Overgaard, profesara í proteinvísindum.
– Vit eru ótrúliga fegin um, at okkara gransking nú endiliga verður tikin í álvara, og at hon nú verður partur av málinum.
– men tað er eisini eitt sindur surrealistiskt. Vit eru ikki von við, at okkara gransking fær so beinleiðis ávirkan, sigur hann.
Í 2019 settir ein stuðulsbólkurin fyri Kathleen Folbigg seg í samband við granskarabólkin. Stuðulsbólkurin hevði funnið út av, at tað i Danmark vóru serfrøðingar í einum ávísum ílegufeili, sum bara umleið 130 fólk í heiminum bera.
Ein av teimum er Kathleen Folbigg, og sambært analýsum av royndum, tiknar av hælunum hjá teimum fýra børnunum, eftir at tey vóru fødd, er mutatiónin farin í arv til døtrarnar, Sarah og Laura.
Tær eru sannlíkt deyðar av hjartatilburði vegna ílegufeilin.
– Tann mutatiónin, sum døturnar bóru, er eins álvarsom sum tann mutatión, sum er funnin í hinum børnunum, har orsøkin til deyðan var mutatiónin, sigur Michael Toft Overgaard.
Synirnir, Caleb og Patrick, høvdu ikki arvað mutatiónina, men hælaroyndirnar hjá dreingjunum vístu, at tey millum annað bóru tvær aðrar mutatiónir. Tær sita í einum geni í samband við epileptisk herðindi.
Í 2021 heittu 90 altjóða ílegu- og hjartagranskarar á guvernørin í statinum um at lata Kathleen Folbigg leysa. Umbøn teirra varð havnaðæ Men at málið nú skal kannast aftur, kann vera fyrst fetið ímóti leyslating, sigur Michael Toft Overgaard.
– Eg vóni, at kanningin sum tað minsta staðfestir, at tað er grundaður ivi um, at Kathleen Folbigg er barnadrápskvinna. Við tankan um, at hon hevur sitið 19 ár í fongsli, vóni er, at hon skjótt verður latin leys.
/ritzau/