Donsk innrás aftur annan páskadag

Í dymbildagavikuni hava eini 350 danir vitjað í Føroyum í sambandi við ferðavinnuátak hjá Smyril Line. Gestirnir komu mánamorgunin, og fóru aftur til Danmarkar við Norrønu hóskvøldið. Við Norrønu úr Hirtshals í dag fara aðrir 350 danir, sum skulu vitja í Føroyum í næstu viku.

– Jú, tað hevur eydnast ótrúliga væl. Veðrið hevur verið av tí allar fagrasta, og tað hevur hjálpt væl til. Hotellini lata væl at, og tað er deiligt at síggja so nógvar útlendskar bilar í Føroyum hesa ársins tíð, sigur Henny á Líknargøtu, sølu- og marknaðarstjóri á Smyril Line.

Hon heldur, at tað hevði verið áhugavert, um vit í framtíðini fingu longt sesongina frá mars til oktober.

– Bara fyri nøkrum heilt fáum árum síðan var Havnin at kalla aftulatin á páskum, men nú sær tað út til, at vit hava fingið nógv meira lív í – og eina orsøk til at hava opið. Tað hevur ótrúligan týdning fyri lívið í býnum og sjálvandi eisini úti um landið, sigur hon.

Henny á Líknargøtu vísir eisini á, at tað at so nógvir útlendingar koma til Føroyar ger tað møguligt hjá matarstøðum og útferðarútbjóðarum at hava eitt útboð og at hava opið.

– Hettar er so sjálvandi viðvirkandi til, at føroyingar eisini fáa størri møguleikar.

Hon sigur eisini, at Kunningarstovan í Havn hevur verið ein ótrúligur viðspælari.

– Tað er stuttligt at merkja, at tey eru so við upp á tað og taka sín leiklut í so stórum álvara – Kunningarstovun hevur havt opið allar dagarnar og hevur eisini opið um páskirnar, tá ið næsta ferðaliðið kemur. Tað er Kunningarstovan, sum hevur samskipað ymsu útferðarmøguleikanar, og tað skulu tey hava eitt stórt herðaklapp fyri, sigur Henny á Líknargøtu.