Eitt danskt ferðafólk, ein kvinna, hevur havt coronasmittuna við sær til New Zealands.
Kvinnan er tann fyrsta smittaða á landsins størstu oyggj, skrivar blaðið The New Zealand Herald í dag.
Sambært blaðnum kom kvinnan, sum er í tríatiárunum, til flogvøllin í Auckland í New Zealandi týsdagin. Hon kom við flogfari úr Doha.
Upplýsingarnir eru váttaðar av heilsstjóranum í New Zealandi, Asley Bloomfield.
Eftir at hon kom til landið koyrdi hon í einum leigaðum bili til býin Queenstown á suðuroynni í New Zealandi.
Suðuroyggin er landsins størsta oyggj, og har búgva eitt sindur meira enn ein millión fólk.
/ritzau/