Danski poppbólkurin Alphabeat er júst farin av palli, har tey borðreiddu við eini brakandi poppveitslu
Sum flestum kunnugt er skráin fyri leygardagin broytt vegna veður. Ella rættari sagt: veðrið, sum man væntar tað fer at vera seinni í kvøld. Tí varð danska poppkvintettin, ið skuldi spæla kl. 23:30, flutt fram til kl. 17.
Eitt sindur av vindi var, men annars var turt, og sólin skein til tíðir, meðan bólkurin framførdi. Teir fimm ungu silkeborgensararnir trumlaðu avstað frá byrjan og koyrdu áhead allan vegin gjøgnum tey 13 løgini.
Hóast poppur ofta er eitt sindur ófarligur og ´forútsigiligur´, so hevur poppurin hjá Alphabeat ein frekan kant og okkurt nýtt alla tíðina.
Framførslan var lýtaleys, og øll kendu sítt pláss. Eingin slingur í valsinum. Og tað gjørdi eisini, at tey høvdu yvirskot og sóu út til at hugna sær á pallinum.
Øll hittini; ´Fascination´, ´10000 Nights of Thunder´ og ´Boyfriend´ vórðu spæld, og Vágsbøur, ið var so at siga fullur, sang við.
Nógv tann besta framførslan higartil á Summar Festivalinum, eftir mínari meting.