Donsku gullgenturnar fara nú eftir HM-heitinum

Hondbóltur: Sjónvarp Føroya fer at fylgja við HM í kvinnuhondbólti, har Danmark er ein av favorittunum

Danska kvinnulandsliðið í hondbólti er fram úr væl umtókt í Danmark, og tað er ikki tað smátingið, sum tær fáast við, sum ikki verður endurgivið í pressuni, ikki minst teimum stóru morgunbløðunum BT og Ekstrablaðnum.

Og nú um dagarnar er feburin aftur farin at ganga, tí heimsmeistarakappingin í kvinnuhondbólti er í Týsklandi í hesum døgum. Lagt varð fyri sunnudagin, og næstu tvær vikurnar kemur kappingin at seta dám á ítróttarheimin um okkara leiðir.

Donsku kvinnurnar teljast millum favorittarnar til at vinna HM-heitið, og liðið, sum hevur vunnið bæði EM-gull og olympiskt gull, manglar at seta krúnuna á verkið við HM-gullið eisini.

Spælararnir á danska kvinnulandsliðnum eru stjørnur, og ikki minst heimsins besti kvinnuligi hondbóltsspælari, hin tiltikna Anja Andersen, dugir at gera vart við seg, bæði á vøllinum og uttanfyri vøllin. Hon verður eisini ein av sentralu spælarunum hjá Danmark, sum skal royna at vinna HM-gull.

Sunnudagin var fyrsti dysturin í kappingini, og vertstjóðin Týskland vann stórsigur á Japan. Í kvøld spæla øll hini londini, og dysturin hjá danska liðnum verður ímóti Kina.

Danir gera nógv burtur kappingini, og sjónvarpsrásirnar senda allar donsku dystirnar. Eisini Sjónvarp Føroya hevur blandað seg uppí kappingini, og teir fara at senda 11 dystir komandi dagarnar, nakrir verða beinleiðis og nakrir forskotnir.

Tað eru sum vera man dystirnir hjá Danmark, sum hava serligan áhuga, og í kvøld vísur SvF dystin millum Danmark og Kina. Dysturin byrjar klokkan 21.30, og á miðnátt verður ein samandráttur. Restina av vikuni verða aðrir dystir við donsku kvinnum á skránni og mikudagin er dystur millum Danmark og Kekkia.

24 lond eru við í HM-kappingini í Týsklandi, og Noregi telist eisini millum sterkastu londini.