Hóast tað enn eru 10 dagar, áðrenn Tour de France byrjar, so er kríggið móti doping longu farið ígongd. Fleiri enn 30 luttakarar eru longu testaðir, og sambært kappingarleiðsluni verða millum 20 og 30 súkklarar afturat testaðir, áðrenn kappingin fer ígongd. Umframt vanligu blóðroyndirnar fevna kanningarnar í ár eisini um vakstrarhormon. Gølurnar við doping í Tour de France hava verið nógvar. Eitt nú, tá danski Michael Rasmussen í fjør varð tveittur úr kappingini. Hann var tó ikki testaður positivur, men hevði ikki hildið upplýsingarskyldu sína mótvegis altjóða súkklusamgonguni.