Evropesiska Fótbbóltssambandið hevur givið málverjanum hjá Ajax, Andre Onana, leikbann í eitt ár frá øllum fótbólti. Hann hevur eina positiva dopingroynd frá 30. oktobur í fjør, tá hann bleiv testaður uttanfyri kapping.
Andre Onana sigur, at hann av óvart hevur tikið heilivág við furosemide, sum konan hevði fingið frá læknanum fyri nakað av tíð síðan. Kappingarnevndin er komin til ta niðurstøðu, at Andre Onana ikki royndi at snýta við vilja, men UEFA heldur seg til reglugerðina, sum sigur at ein spælari altíð skal tryggja sær, at hann ikki tekur nakað, ið er á dopinglistanum.
Ajax hevur í tíðindaskrivi boðað frá, at felagið ætlar at kæra dómin til ítróttardómstólin CAS.