Tveir russiskir vektlyftarar eru tiknir fyri doping á paralympisku leikunum í London. Nikolaj Marfin og Vadim Ratikin hava viðgingið, at teir hava brúkt evnið HTH upp undir leikirnar, og teir kunnu nú rokna við at verða útistongdir frá kappingum í tvey ár.
Ratikin var við á leikunum og endaði sum nummar sjey í sínum bólki. Marfin slapp ongantíð at kappast.
Fyrireikararnir siga, at teir báðir russisku vektlyftararnir vórðu kannaðir tann 23. august, og at royndirnar hjá báðum vóru positivar. Teir hava fingið 10.000 krónur í bót í part.