ÍÍSF hevði aðalfund um vikuskiftið, og fleiri áhugaverd mál vóru á skránni. Hetta eru mál, sum ÍSF skal lúka fyri at verða upptikin í altjóða olympisku nevndina, ið er eitt av málunum hjá forsetanum, Heðini Mortensen.
Mest kollveltandi samtyktin frá fundinum er, at føroysk ítróttarfólk framyvir verða kannað fyri doping. Dopingeftirlit skal fremjast í Føroyum, so at ítróttarfólk, ið møguliga nýta stimbrandi evni, kunnu steðgast. Hetta er eitt krav frá IOC (International Olympic Committee), og tí verður slík eftirlit eisini framt í Føroyum framyvir.
Allar framkomnar ítróttartjóðir hava slíkt eftirlit, og í hesum sambandi kann sigast, at vit hava verið eftirbátur, men nú er tíbetur vend komin í.
Umframt dopingeftirlitið fer ÍSF eisini at seta ein ítróttardómstól á stovn. Hesin Dómstólur skal taka støðu í ósemjum, sum kunnu standast av m.a. dopingroyndum.
? Dopingeftirlitsnevndin er farin til verka at fyrireika dopingroyndir í Føroyum, og bæði dopingnevnd og dómstólur eru til reiðar at taka støðu í møguligum málum, ið standast av royndunum, sigur ÍSF í tíðindaskrivi.
Øktan ferðastuðul
Eitt annað mál, sum aðalfundurin eisini umrøddi, var játtanin til ítróttarferðir innanoyggja, sum er alt ov lítil.
? Játtanin til innanoyggja ítróttarferðir hevur verið og lítil, tí hon røkkur bert til tríggjar ársfjórðingar. Í september og oktober er játtanin uppbrúkt, og so hóttir Strandfaraskip Landsins við at steðga skipanini. Á hvørjum ári er tí neyðugt at samráðast fyri at fáa eykajáttan, so at feløgini framhaldandni kunnu ferðast til dystir og kappingar, sigur forsetin Heðin Mortensen.
ÍSF leggur dent á, at trupulleikin verður ikki loystur, fyrr enn játtanin røkkur til alt árið. Játtanin er hækkað til 1,7 milliónir krónur, men tørvurin er í veruleikanum 3 milliónir, og tí er nakað eftir á mál.
ÍSF fílist eisini á, at tað mangan ikki er pláss í bussunum hjá Bygdaleiðum, hóast feløg hava boðað frá í góðari tíð frammanundan, og at fleiri bussar ikki verða settir at koyra. Ítróttarsambandið sigur, tað ofta er tung og ógjørligt hjá feløgum at nýta bussrutuna. Hetta rakar serliga feløgini í útjaðaranum. ÍSF heitir tí á SL og avvarðandi myndugleikar um at fáa viðurskiftini í rættlag.
ÍSF hevur í hesum sambandi gjørt eina fundarsamtykt. Hon sigur, at aðalfundurin hjá ÍSF heitir á Føroya Løgting um at játta Strandfaraskipum Landsins peningin, ið er neyðugur fyri at innanoyggja ítróttarferðir kunnu halda fram alt árið og nøkta tørvin til fulnar.
Forða fyri misnýtslu
Ítróttarsambandið hevur í fleiri ár havt ynski um at seta ein ella fleiri ítróttarráðgevar í starv, og hetta verður nú veruleiki.
Peningur er settur av til hetta endamálið, og ein ráðgevi verður væntandi settur í starv innan stutta tíð. Endamálið við hesum starvinum er at menna og upplýsa um barna- og ungdómsítrótt, so at børn og ung kunnu hava tryggar og góðar karmar at virka innanfyri.
Ráðgevin skal eisini syrgja fyri, at børn verða vard ímóti kynsligum ágangi, sum hevur verið ein stórur trupulleiki í fleiri donskum ítróttar- og frítíðarfeløgum seinastu árini.
Ráðgevin skal eisini syrgja fyri, at upplýst verður um vandan við rúsandi evnum, royking og doping og at minni ment eisini fáa møguleikar innan ítróttina.
Ítróttur er mentan
Fundarluttakararnir funnust eisini harðliga at nýggja mentanarálitinum, sum varð lagt fyri tingið, áðrenn tað fór heim undan valinum. Orsøkin til atfinningarnar var, at ítrótturin als ikki varð umrøddur í álitinum. Hetta hildu fólk vera løgið, tí umleið 15.000 íðkandi ítróttarfólk eru í Føroyum.
Óli Holm, fyrrverandi landsstýrismaður við mentamálum, sum legði álitið fyri tingið, segði, at ein arbeiðsbólkur verður sett í næstum, sum skal gera serstakt ítróttarálit.
Annars varð Heðin Mortensen einmælt afturvaldur til forseta í ÍSF í eitt nýtt tvey ára tíðarskeið. Hann hevur sitið sum ovasti í ítróttarsambandinum síðan 1980.