Borussia Dortmund vann í kvøld 2-1 á Real Madrid og er oddalið í bólki D. Manchester City tapti 3-1 fyri Ajax og er í stórum vanda fyri ikki at vinna seg víðari úr bólkinum.
Í Dortmund var spennandi dysturin millum Borussia Dortmund og Real Madrid. Robert Lewandowski legði heimaliðið á odda tíggju minuttir fyri hálvleik, tá Real Madrid verjan misti bóltin í uppspælinum.
Bara tveir minuttir seinni javnaði Cristiano Ronaldo, tá hann var sendur avstað við frálíkari avlevering. Málverjin kom heldur óskiljandi út ímóti og so var lætt hjá portugisanum at lyfta bóltin upp um hann og í mál.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki kom Borussia Dortmund á odda. Eftir innlegg endar bólturin hjá Marcel Schmeizer, sum meddar til og so var 2-1. Eftir málið kom ferð á Real Madrid, meðan heimaliðið allatíð var klárt at fara í mótálop.
Ta endaði við einum 2-1 sigri til týska meistaraliðið. Í Amsterdam vann Ajax 3-1 á Manchester City, sum er í stórum trupulleikum í bólki D. Teir eru aftast við bara einum stigi eftir tríggjar dystir.
Champions League dystirnir í kvøld:
Bólkur A:
Dinamo Zagreb - Paris Saint-Germain 0-2
0-1 Zlatan Ibrahimovic, 32
0-2 Jeremy Menez, 43
FC Porto - Dynamo Kiev 3-2
0-1 Silvestre Varela, 15
1-1 Oleg Gusev, 21
2-1 Jackson Martinez, 36
2-2 Ideye Brown, 72
3-2 Jackson Martinez, 78
Støðan:
1. Porto 9
2. PSG 6
3. Dynamo Kiev 3
4. Dinamo Zagreb 0
Bólkur B:
Arsenal - Schalke 04 0-2
0-1 Klaas-Jan Huntelaar, 76
0-2 Ibrahim Afellay, 86
Montpellier Olympiakos 1-2
1-0 Geatan Charbonnier, 49
1-1 Vasilis Torosidis, 73
1-2 Kostas Mitroglou, 90+1
Støðan:
1. Schalke 7
2. Arsenal 6
3. Olympiakos 3
4. Montpillier 1
Bólkur C:
Zenit St Petersburg Anderlecht 1-0
1-0 Alexandar Krezhakov, 72 br
Málaga - AC Milan 1-0
1-0 Joaquin, 64
Støðan:
1. Malaga 9
2. AC Milan 4
3. Zenit 3
4. Anderlecht 1
Bólkur D:
Ajax Amsterdam - Manchester City 3-1
0-1 Samir Nasri, 22
1-1 Siem De Jong, 45
2-1 Niklas Moisander, 57
3-1 Christian Eriksen, 68
Borussia Dortmund - Real Madrid 2-1
1-0 Robert Lewandowski, 36
1-1 Cristiano Ronaldo, 38
2-1 Marcel Schmeizer, 65
Støðan:
1. Borussia Dortmund 7
2. Real Madrid 6
3. Ajax 3
4. Manchester City 1