Dortmund vann á Arsenal

Arsenal stóð ikki royndina móti Champions League finalistunum úr Borussia Dortmund

Triðja umfar í bólkaspælinum í Champions League hevur verið í kvøld. Robert Lewandowski søkti Arsenal á Emirates leikvøllinum í London. Fernando Torres skoraði tvær ferðir og Chelsea sær út til at verða komið fyri seg, eftir at hava tapt í fyrsta umfari. AC Milan og Barcelona deildu stigini í Milano.

 

Bólkur E:

Í Týsklandi var Fernando Torres upp á spæl fyri Chelsea. Longu aftaná fimm minuttir legði hann Chelsea á odda eftir hornaspark. Í seinna hálvleiki økti hann eftir mótálop, har Chelsea vóru í yvirtal. Eden Hazard avgjørdi dystin stutt fyri tíð.

 

 Í Rumenia spældu Bukarest og Basel javnleik. Marcelo Diza legði gestirnar úr Sveis á odda tíðliga í seinna hávleiki við kanónskoti, men teir megnaðu ikki at halda leiðsluni. Tveir minuttir fyri tíð javnaði Leandro fyri heimaliðið, sum hevur vunnið sítt fyrsta stig í bólkaspælinum.

 

Bólkur G:

Atletico Madrid og Diego Costa høvdu lætt spæl í Wien. Raúl García legði gestirnar úr Madrid á odda. Síðani økti Diego Cosra tvær ferðir. Framherjin hevur eitt framúr kappingarár fyri Atletico Madrid.

 

Í hinum dystinum vann Zenit 1-0 á FC Porto. Her hendi tað løgna, at Hector Herrera Rubio hjá FC Porto fekk tvey gul kort upp á 20 sekund. Tað hendi longu í sætta minutti. Við einum manni í undirtal megnaði Porto at hald út í 86 minuttir, so kom Zenit á odda við málið, sum Alexandr Kerzhakov skoraði.

 

Bólkur F:

Her setti Borussia Dortmund oddaliðið í Premier League, Arsenal, upp á pláss. Henrik Mkhitaryan legði Dortmund á odda longu aftaná eitt korter, tá Arsenal misti bóltin í uppspælinum. Stutt fyri hálvleik javnaði Olivier Giroud, eftir innlegg úr høgru.

 

 Síðani høvdu bæði liðini góðar støður og innskifti Santi Carzola rakti tvørstongina fyri Arsenal. Avgerðin fall stutt fyri tíð, tá Robert Lewandowski setti frálíkt innlegg í mál við róligum skoti.

 

Í hinum dystinum vann Napoli á Marseille, sum framvegis einki stig hevur fingið í bólkaspælinum. José Maria Callejón og Duvan Zapata løgdu Napoli á odda 2-0, áðrenn André Ayew minkaði um munin.

 

Bólkur G:

Stóri dysturin á San Siro endaði við einum vónbroti. Dysturin endaði 1-1 og tað var ikki so nógv gott fótbóltsspæl at síggja. Robinho legði AC Milan á odda, tá hann revsaði eina verjuvillu hjá Javier Mascherano.

 

Miðskeiðis í fyrr hálvleiki bleiv AC Milan revsað, tá Barcelona vann bóltin í uppspælinum. Barcelona setti ferð á og so stóð Lionel Messi alt ov leysur og skoraði.

 

Í hinum bólkinum vann Celtic 2-1 á Ajax. Fyrra málið kom upp á brotsspark. Tað seinna eitt avrættað skot uttanfyri brotsteigin. Í seinasta minuttinum minkaði Lasse Schøne um munin.

 

Champions League 3. umfar

 

Bólkur E:

Schalke 04 – Chelsea 0-3 (0-1)

0-1         Fernando Torres, 5

0-2         Fernando Torres, 68

0-3         Eden Hazard, 88

 

Steaua Bukarest – FC Basel 1-1 (0-0)

0-1         Marcelo Diaz, 48

1-1         Leandro, 88

 

Støðan:

1.     Chelsea 6

2.     Schalke 6

3.     Basel 4

4.     Steaua Bukarest 1

 

Bólkur F:

Arsenal – Borussia Dortmund 1-2 (1-1)

0-1         Henrik Mkhitaryan, 16

1-1         Olivier Giroud, 41

1-2         Robert Lewandowski, 82

 

Marseille – Napoli 1-2 (0-1)

0-1         José Maria Callejón, 42

0-2         Duvan Zapata,

 

Støðan:

1.     Arsenal 6

2.     Dortmund 6

3.     Napoli 6

4.     Marseille 0

 

Bólkur G:

Austria Wien – Atletico Madrid 0-3 (0-2)

0-1         Raúl García, 8

0-2         Diego Costa, 20

0-3         Diego Costa, 53

 

FC Porto – Zenit 0-1 (0-0)

0-1 Alexandr Kerzhakov, 86

Útvísing: Hector Herrera Rubio, 6 (Tvey gul)

 

Støðan:

1.     Atletico Madrid 9

2.     Zenit 4

3.     FC Porto 3

4.     Austria Wien 1

 

Bólkur H:

AC Milan – Barcelona 1-1 (1-1)

1-0         Robinho, 9

1-1 Lionel Messi, 23

 

Celtic – Ajax 2-1 (1-0)

1-0         James Forrest, 45 br

2-0         Baram Kayal, 54

 

Støðan:

1.     Barcelona 7

2.     AC Milan 5

3.     Celtic 3

4.     Ajax 1