Jude Bellingham er navnið á nýggja stjørnuskotinum í Onglandi. Miðvallarin hevur í dag skrift frá Brimingham til Borussia Dortmund. Jude Bellingham er 17 ára gamal og hevur longu gjørt um seg á besta liðnum hjá Birmingham.
Fleiri av stóru feløgunum í Onglandi vildu hava Jude Bellingham, men enn eina ferð hevur týska Borussia Dortmund feløg sum Manchester United. Borussia Dortmund fór eisini avstað við norska Erling Braut Haaland frammanfyri nøsini á Ole Gunnar Solskjær og Manchester United.
Bretskir miðlar skriva, at aftur hesa ferð var talan um eina kapprenning millum Borussia Dortmund og Manchester United. Vektin á vágskálini skal ikki hava verið pengar, men at Borussia Dortmund fleiri ferðir hevur prógvað, at liðið megnar at menna ungar spælarar, og at felagið hevur eina góða mentan tá tað kemur til at lata ungar spælarar spæla.
Hetta er millum annað tilfeldið við Jadon Sancho, sum valdi lívið í Dortmund framum Manchester City og Pep Guardiola. Hann verður mettur sum eitt tað størsta talentið í Onglandi, og hevur tikið stór fet fram síðani skiftið, meðan eitt nú landsmaðurin Phil Foden bara hevur fingið nakrar heilt fáar møguleikar undir Pep Guardiola.
Jude Bellingham verður mettur sum tann dýrasti 17 ára gamli spælarin nakrantíð. Bretskir miðlar skriva, at hann kostar umleið 200 milliónir krónur í fyrstu atløgu, men prísurin kann økjast til nærri 250 milliónum, alt eftir hvussu tað gongur hjá unga miðvallaranum, sum náddi at spæla 43 dystir fyri barndómsfelagið Birmingham. Hann verður nú partur av besta liðnum hjá Borussia Dortmund.