Fyri 26 árum síðani kom rumenski Doru Tiberiu á Torvlaðnum til Føroya eftir fleiri ára leitan eftir tí friðsæla lívinum. Hann visti ikki hvat bíðaði hinumegin, tá ið hann leyp í Donau ánna og svam frá tí kommunistiska veldinum, sum kúgaði hann. Men hann droymdi um eitt stað har úti, har ein veruliga slapp at liva sum ein frælsur persónur. Tað lívið fann Doru í Føroyum.
Í Vikuskiftis Sosialinum er stórt tema um flóttafólk. Harímillum er ein samrøða við rumenska Doru, sum hevði eina sera langa og tunga leið úr Rumenia til Føroya. Les alt um flóttafólk og lívið hjá Doru í Vikuskiftis Sosialinum.