Dóttir fleirfaldan gullvinnara í hondbólti velur fótbóltin

Pápin hevur syrgt fyri, at Noreg hevur vunnið OL-gull, HM-gull og EM-gull í hondbólti, men dótturin vil vinna HM í fótbólti

Íslendski venjarin, Thórir Hergeirsson er tjóðarhetja í Noregi. Hann hevur verið høvuðsvenjari hjá norska kvinnulandsliðnum í hondbólti, síðani 2009. Undir hansara leiðslu hava norsku kvinnurnar vunnið EM-gull á tveimum sinnum, í 2010 og í 2014. OL-gull í London í 2012, og HM-gull í 2011. Haraftrat hevur Thórir Hergeirsson saman við norsku kvinnunum vunnið EM-silvur í 2012, og HM-bronsu í 2009.

 

Dóttir hansara, Maria Thórisdóttir velur tó aðrar ítróttarleiðir, enn pápin. Hon hevur valt sær argasta kappingarneytan hjá hondbóltinum, tá talan er um rekrutering av íðkarum í Noregi, nevnliga fótbóltin. 

 

Og nú er ein møguleiki fyri, at Maria Thórisdóttir verður í HM-hópinum hjá Noregi, sum skal royna at vinna HM-gull í HM-endaspælinum í kvinnufótbólti, sum verður í Kanada í summar. Landsliðsvenjarin, Even Pellerud hevur fyribils tikið út ein bruttohóp við 35 spælarum, og er Maria Thórisdóttir teirra millum.

 

Maria Thórisdóttir stórspældi fyri norska landsliðið, tá norsku kvinnurnar spældu við í venjingarkappingini Algarve Cup í Portugal í mars í ár, og hevur tí vónir um at kunna umboða Noreg til eitt HM-endaspæl í fótbólti í summar. Hetta meðan pápin ger klárt við fyrireikingunum at vinna HM í hondbólti saman við norsku kvinnunum í desember í ár. Tað fara norsku hondbóltskvinnurnar at royna í HM-endaspælinum, sum verður avgreitt í Danmark á hesum sinni. 

 

HM í kvinnufótbólti í Kanada verður avgreitt millum 6. juni og 5. juli.