Býarlívið var eisini ávirkað av ódnarveðrinum um vikuskifti. Fólk høvdu eftir øllum at døma ikki stóran hugin at ballast. Kortini var eitt harðskapsmál fráboðað, har tveir mans vóru komnir til hendurs í Klubbagarðinum náttina til sunnudag. Annar maðurin var handtikin fyri harðskap og avhoyringar verða nú gjørdar.