Hetta eru spurningar, sum skúlastýrini í Tòrshavnar Kommunu seta sær, nú tey leggja upp til kjak um 10.floks upplivingina. Skúlastýrini bjóða inn til kjakfund mikukvøldið 28.apríl klokkan 19:00 í Læraraskúlahøllini, og evnið verður tað, sum fyri mong er síðsta árið í fólkaskúlanum, nevniliga 10.flokkur. Kjakast skal millum annað um spurningin hvørt 10.flokkurin er ein nyttuleys tíð fyri skúlatroyttar ungdómar, ella um talan kanska er um eitt avbjóðandi ár, ið fyrireikar tey ungu til størri ábyrgd. Tað verða í stóran mun næmingarnir sjálvir, sum fara at stýra fundinum við eini frágreiðing um kanning, sum næmingarnir hava gjørt um sínar floksfelagar. Endamálið við fundinum er at stimbra eitt kjak um skúlaskipanina og føroyskan skúlaskap.
Tíðindi
Myndir: Fríggjadagur á G!
Tíðindi
Myndir: Hósdagurin á G!
UttanlandsUttanlandsUttanlands