Ein 48 ára gomul svensk kvinna er deyð, eftir at hon ein dag í marts mánaði í ár spældi russiska rulett og skjeyt seg sjálva í høvdið.
Tað veit aftonbladet.se at siga.
Tilburðurin hendi undir eini veitslu í eini íbúð í býnum Fröunda, har kvinnan spældi vandamikla spælið saman við einum 23 ára gomlum manni. Maðurin er nú ákærdur fyri óviljað manndráp.
Spælið, russisk rulett, snýr seg um at leggja eina patrón í ein revolvara og síðani loada revolvaran, tað vil siga trekkja upp. Síðani skiftast tey luttakandi um at trýsta, inntil patrónin situr í løbinum, og revolvarin skjýtur.
Tann 23 ára gamli maðurin trýsti fyrst á avtrekkjaran og var heppin, tí einki skot fór úr revolvaranum. Tann 48 ára gamla kvinnan fekk síðani revolvaran, setti hann móti høvdinum og skeyt. Hesaferð var patrónin í løbinum, og hon skeyt seg sjálva í høvdið.
Í ákæruritinum ímóti unga manninum stendur millum annað, at hansara gerð var fortreytin fyri, at kvinnan bleiv dripin. Ákærin krevur ein harðan dóm til 23 ára gamla mannin, av tí at hann kendi spælið og møguligu avleiðingarnar. Harafturat var hann ávirkaður av alkoholi og rúsevnum.
Umframt revolvaran, sum bleiv brúktur til russiska rulett, fann løgreglan enn ein revolvara, 53 patrónir, knúgvajarn og ein skottryggjaðan vest í íbúðini. Eisini varð rúsevnið cannabis funnið.
Maðurin noktar seg sekan í óviljaðum manndrápi, men viðgongur at hava brotið vápnalógina. Hann hevur sitið fongslaður síðani 23. marts í ár.
Á myndini sæst revolvarin, ið varð nýttur undir tilburðinum.