Doyði í tyrluvanlukku

Guadalupe Larriva var fyrsta kvinnan, sum varð vald til ráðharra í Ekvador.


Guadalupe Larriva fekk bara eina góða viku í ráðharrastarvinum. Seinnapartin í gjár stoytti tyrla hennara saman við eina aðra tyrlu nærhendis einari herstøð á kyrrahavsstrondini, og øll, sum vóru við, lótu lív. Teirra millum vóru ráðharrin og dóttur hennara.

Guadalupe Larriva tók við sum verjumálaráðharri tann 15. januar, og hon var fyrsta kvinnan, sum bleiv vald til ráðharra í Ekvador.