Doyði undir føðing ? vaknaði til lívs aftur

Ótrúliga hendingin fór fram jólaaftan í Colorado Springs í USA, har 33 ára gamla kvinnan, Tracy Hermanstorfer, var løgd inn á sjúkrahús at føða. Meðan Tracy Hermanstorfer lá á sjúkrahúsinum, fekk hon hjartasteðg og gavst at anda. Støðan var hættislig, og føðingin dramatisk, tí tá mamman gav upp andadrátt sín, hevði barnið at kalla heldur einki hjartaljóð.

Barnið, sum var ein drongur, var loyst úr móðurlívi við keisaraskurði. Hann var ógvuliga veikur, tá pápi hansara, Mike Hermanstorfer, tók hann í sín favn.

Nakrar minuttir seinni fingu læknarnir lív aftur í nýføðingin og ímóti øllum væntanum, byrjaði mamman eisini aftur at anda..

- Alt, eg átti á fold, varð tikið frá mær í einum, men eftir hálvum øðrum tíma fekk eg alt aftur, sigur Mike Hermanstorfer við AP.

Ein lækni á sjúkrahúsinum, Dr. Stephania Martin, sigur, at støðan hjá mammu og barni var rættiliga álvarsom bæði undir og eftir føðingina.

- Mamman gav eingi lívstekin; har var einki hjartaljóð og einki blóðtrýst. Hon andaði ikki. Nýføðingurin var ógvuliga veikur og hevði ógvuliga lágan puls, tá hann kom úr móðurlívi, sigur læknin.

Eitt stórt tal av læknum kom inn á sjúkrastovuna, men eingin roynd at endurupplíva mammuna eydnaðist. Tí gjørdu læknarnir av at royna at bjarga barninum við keisaraskurði.

Læknarnir á sjúkrahúsinum í Colorado siga, nú nakrir dagar eru frálidnir, at hvørki mamma ella barn hava fingið varandi mein av tilburðinum, tó at mamman als ongan puls hevði í fýra minuttir.