Klokkan er farin av tvey leygarnáttina, tá ein bilur við fýra ungum monnum kemur koyrandi suðureftir landsvegnum millum Tvøroyri og Øravík. Í undanbrekkuni móti Øravíkar bygd er eitt vandamikið og nógv umtalað sving, ið byrjar við einum rulluporti. Veðrið hesa náttina er gott, og vegurin púra turrur, men í svinginum missir hin 18 ára gamli førarin tamarhaldið á tí 13 gamla Daihatsu Charmant bilinum, sum fer upp at slongjast og renir út av.
Nógv ferð er á bilinum; hann heldur fram gjøgnum veitina og brestur beint í eitt múrað transformator-torn, ið stendur beint við vegin. Bresturin er so harður, at teir báðir tvøroyrarmenninir, førarin og hin 19 ára gamli undir liðini, doyggja á staðnum. Hinir báðir, ið sita aftan, eru eisini illa skaddir; annar so illa, at tað stendur um lív. Maðurin, ið sleppur best frá vanlukkuni, hevur brotið bæði arm og bein, men er ikki í lívsvanda.
Fluttir til Havnar
Ein bilur var beint í hølunum á vanlukkuakfarinum, og tí varð boðað frá tilburðinum alt fyri eitt. Løgreglan í Suðuroynni fekk fráboðanina um støðina í Tórshavn klokkan 2.27, og teir vóru skjótir á staðið. Longu tá vóru sjúkrabilur og lækni komnir fram. Roynt varð at fáa teir fastkleimdu unglingarnar aftan leysar, og tað eydnaðist, áðrenn bjargingarfelagið í Vági kom til Øravíkar við tí hydrauliska saksinum í oynni. Hóast teir tríggir bjargingarmenninir úr Vági vóru sera skjótir á staðið, var einasta teir kundu gera, at skera teir deyðu leysar.
Teir báðir illa løstaðu menninir vórðu í fyrsta umfari fluttir á Suðuroyar Sjúkrahús, men seinni á morgni kom tyrlan eftir teimum og flutti teir á Landssjúkrahúsið.
Høpisleysa vanlukkan gav endurljóð um alla Suðuroynna, verður sagt haðani. Fólk vóru skelkað, og øll ítróttar- og dansitiltøk vórðu avlýst. Einasta, ið var í tonkunum á fólki, var syrgiligi tilburðurin. Sum so mangan áður, tá ungfólk lata lív í ferðsluni, varð spurt, hví. Og heldur ikki á hesum sinni tyktust fólk fáa svar.