Doyði av e-cigarett sum spongdist

Fyri aðru ferð í eitt ár er ein amerikanari deyður av, at ein e-cigarett er eksploderað.

 

Ein 24 ára gamal maður í Amerika doyði 29. januar, tveir dagar efitr at ein e-cigarett brast upp í andlitið.

 

Tað skrivar tíðindastovan AP og blaðið Washington Post.

 

Ein rættarlækni hevur staðfest, at bresturin var orsøkin til, at maðurin doyði.

 

Tann 24 ára gamli William Brown úr Forth Worth í Texas roykti e-cigarettina, tá hon brádliga brast.

 

Hann fekk skaða í vinstru hálspulsæðr og í skallan, tá e-cigarettin brast.

 

Tað upplýsir rættarlæknin.

 

Sambært Washington Post sat hann einsamallur í einum parkeraðum bili við e-cigarettini, tá hon brast.

 

Ólukkan er als ikki tann fyrsta í sambandi við nýtslu av e-cigarettum.

 

Ein maður úr Florida doyði í mai. Tá barst e-cigarettin og sendi tvey splintur inn í skallan á manninum. Harafturat brendist hann um 80 prosent av kroppinum.

 

Sambært Tobacco Control, sum millum annað kannar avleiðingar av royking, var tað yvir 2000 eksplosjónir og brandskaðar í sambandi við nýtsluna av e-cigarettum í USA frá 2015 til 2017. Tað skrivar Washington Post.

 

/ritzau/