Doyði í flogfari á veg til Grønlands

- Tey, sum gjørdust partur av hendingini, hava fingið kreppuhjálp, og málið er nú hjá myndugleikunum, sigur Air Greenland.

Løgreglan í Grønlandi váttar, at ein persónur mikudagin doyði í einum flogfari á veg úr Keypmannahavn til Kangerlussuaq í Grønlandi.

 

Vaktleiðarin hjá Grønlands Politi, Preben Kleist, váttar yvirfyri Sermitsiaq, at tey avvarðandi hava fingið boðini um deyðsfallið.

 

- Løgreglan kannar framvegis málið, men vil í løtuni ikki siga meira um hendingina, sigur vaktleiðarin. 

 

Air Greenland upplýsir yvirfyri Sermitsiaq, at tey, sum gjørdust partur av hendingini, hava fingið kreppuhjálp, og at málið nú er hjá myndugleikunum.

 

Undir greinini í Sermitsiaq um hendingina skrivar ein kvinna, nevnd Sabrina Haagen Wittorff, soleiðis:

 

- Um onkur kann siga nakað um, hvat hendi í flogfarinum, eru fólk vælkomin at seta seg í samband við meg á Facebook.

 

Kvinnan skrivar seg sum "den omkomnes kæreste".