Doyvdi døturnar og setti eld á bilin

Ein 41 ára gamal maður úr Norðurjyllandi, sum er ákærdur fyri at hava gjørt av við døtur sínar við at geva teimum doyvandi evni og sett eld á bilin, sum tær vóru í, játtaði seg sekan, tá hann kom fyri rættin í dag. Hendingin fór fram nærhendis Berlin í fjør, og rættarmálið er í býnum Potsdam.

Verjin hjá dananum, Thomas Arndt, segði við fjølmiðlarnar aftan á rættarfundin, at maðurin hevði ikki lagt nakra veruliga ætlan um, hvussu hann skuldi beina fyri teimum báðum gentunum.

-Tað hendi í Týsklandi, tí tey høvdu verið og hugnað sær í einari stuttleikalund í Hamburg. Men tað kundi eins væl hent í Danmark ella í Niðurlondum, segði verjin. Hann upplýsti eisini, at maðurin hevði eisini roynt at taka sítt egna lív.

Kanningar hjá týsku løgregluni hava staðfest, at genturnar, sum vóru 9 og 11 ára gamlar, vóru doyvdar við sovitablettum, áðrenn tey doyðu í bileldinum.