-<DPTAB>    Einki skal kosta meiri enn 50 kr.

Fuglafjarðar Heimavirkisfelag er eitt virkið felag við omanfyri 100 limum. Tey selja teir heimavirkaðu lutirnar hjá limunum, men hava eisini ein loppumarknað, har hægstamark er sett á prísin: Einki skal kosta meiri enn 50 kr.!

Fuglafjørður: - Åh, eru tað tit báðir! Eg trúði at tað vóru hesir 40 íslendingarnir.
Vit eru farnir á gátt í Piddasa Handli í Fuglafirði, har Odvør á Lakjuni, sum stendur í handlinum, tekur vinarliga móti okkum.
Hon og eitt annað starvsfólk hava í eina løtu riggað til at taka ímóti einum stórum ferðalagi úr Íslandi. Hetta ferðalagið hevur fyrr um dagin verið í Funningi og hava nú boðað frá, at tey eru ávegis til Fuglafjarðar.
Sum ein part av skránni har er ætlanin at støkka inn á gólvið í handlinum, sum Heimavirkisfelagið í bygdini rekur. Í handlinum hava tey nú gjørt seg til reiðar, og nú bíða tey bert eftir gestunum.
Hóast hetta so gevur Odvør sær tíð til at siga okkum frá einum parti av virkseminum í handlinum, har tey hava húsast tey seinastu átta árini.
- Hetta eru góð hølir til hetta virksemið - halda tit ikki eisini tað?, spyr hon við brosi á kinn.
Vit kunnu ikki annað enn geva henni rætt í hesum: Hesin søguligi og gamli bygningurin miðskeiðis í Fuglafirði er sera hugnaligur, og fer uttan iva at gera karmur um nógv spennandi og mennandi tiltøk í framtíðini.
Umstøðurnar til hetta eru í øllum førum góðar.


Altíð vælkomin
Handilin er fyrst og fremst handilin hjá teimum mongu limunum í felagnum, og sum fáast við heimavirki.
Í felagnum eru omanfyri 100 limir, og nógvir teirra eru sera ídnir at framleiða lutir, sum kunnu verða seldir. Burturav søluprísinum fara 10 % til raksturin av handlinum.
Teir flestu limirnir eru sum vera man úr Fuglafirði og bygdunum í økinum, men eisini fólk í Danmark standa á limalistanum hjá felagnum.
Alt verður rikið ólønt og við sjálvbodnari arbeiðsmegi, og tí er handilin bert opin í avmarkaðari tíð, nevniliga frá kl. 15 til 17:30, nakrar tímar leygardag og annars eftir avtalu.
Í handlinum verður alt gjørt fyri, at kundarnir og limirnir skulu kenna seg væl, tá tey koma innar.
-Vit hava eitt fast prinsipp her í handlinum yvirfyri teimum sum koma á gátt: Her skal altíð vera ein góður kaffimunnur at fáa við onkrum heimabakaðum afturvið, sigur Odvør á Lakjuni.


Max. 50 kr.
Umframt tær vanligu vørurnar sum hoyra einumhvørjum heimavirkishandli til, so er ein støðugur loppumarknaður alla tíðina í húsinum.
Tað vísir seg, at fólk sera fegin vilja lata síni ting til henda loppumarknaðin, sum er eitt gott ískoyti til ta fíggjarligu síðuna av virkseminum.
-Tað er soleiðis, at tað sum eg kanska koyri út, tað kann onkur annar dáma so mikið væl, at tey keypa tað. Ella eg keypi okkurt, sum onkur annar hevur koyrt út.
-Og vit hava ta regluna galdandi, at eingin lutur í loppumarknaðinum skal kosta meiri enn 50 kr., sigur Odvør og brosar við.
Orsakað av plásstroti ber ikki til at koma við klæðum ella møblum, men annars hava fólk verið ófør at koma við slíkum lutum, sum øðrum dáma væl at keypa.

Væl umtókt
Sum nevnt var eitt íslendskt ferðalag á veg, tá vit vóru á gátt í handlinum.
Hetta er ikki einasta ferðalagið, sum hevur vitjað har, tí tað vísir seg at vera rættiliga væl umtókt hjá slíkum hópum at støkka inn á gólvið hjá Fuglafjarðar Heimavirkisfelagi.
-Tað tekur sína tíð at byggja upp eitt slíkt virksemi. Men vit kunnu bara fegnast um, at fleiri og fleiri vísa okkum áhuga, sigur Odvør.
Í bygninginum hava tey eisini skipað fyri skeiðum í seyming og maskinbinding, og ætlanin er alla tíðina at fáa eitt enn størri útboð av skeiðum til húsið.

Ljóst og rúmligt gallarí
Ein annar partur av virkseminum í hesum gamla og søguliga bygninginum er Gallarí Ribarhús, sum hevur verið væl brúkt og vælegnað sum framsýningarhøli hjá listarfólkum.
Hesin parturin heldur til í hinum partinum av húsinum. Har er ljóst og luftigt inni, og har er alt gjørt fyri at listarfólkini skulu fáa bestu umstøður at sýna fram verk síni.
Vit hava ofta hoyrt lýsingar um kend og minni kend listarfólk sum hava havt framsýningar í Ribarhúsi. Seinast hevði Finnleif Mortensen av Argjum framsýning í Ribarhúsi, og nú verða so einar tvær vikur til tann næsti kemur.
Tað verður myndamaðurin Olaf Schneider úr Kaldbak sum tá fer at vísa fram nakrar av fotomyndum sínum, og eftir hann verða tað so tveir norðmenn, sum fara at vísa fram nøkur av sínum listarverkum um tað mundið, tá Varmakeldustevnan verður hildin í býnum.
Sum skilst á Odvør so er ætlanin at brúka hesa komandi tíðina, fram til næsti listaframsýningina, at fríðka um framsýningarhølið.