Vælumtókti serfrøðingurin Dr. Atle Dyregrov verður aftur á klettunum 4. november, har hann fer at hava eitt kombinera skeið um:
1.Tilbúgvingarætlanir í skúlum og á stovnum
2.At hjálpa børnum í bólkum, ið hava verið fyri traumatiskari hending
Dr. Atle Dyregrov helt skeið í Føroyum í mars mánaða og eftirmetingarnar góvu honum topp-karakter. Hann verður roknaður sum ein av heimsins fremstu serfrøðingum innan hetta øki. Skeiðið verður á Hotel Føroyum 4. november frá kl. 08.00 -15.30. Tilmeldingarfreistin er 21. oktober.
Skeiðið er deilt upp í tveir partar:
1. Tilbúgvingarætlanir:
?Hvør ger hvat?
?Hvat eigur at verða gjørt?
?Av hvørjum og nær?
?Kreppuleiðsla
?Samstarv í kreppustøðu
2. Nýtsla av skipaðum bólkum tíðliga aftaná kreppuuppliving
?Hví brúka bólkar?
?Hvussu skipa og strukturera vit sorgbólkar fyri børn
?Nýtsla av bólkum fyri børn ið hava verið fyri traumatiskari hending
Í sambandi við gerð av sorgtilbúgvingarætlan í skúlum, kann nevnast, at fleiri skúlar í m.a. norðanlondum hava fingið vegleiðing frá og nýtt bøkur /hefti hjá Atle Dyregrov. Atle Dyregrov hevur skrivað fleiri bøkur, m.a. "Sorg hos barn" ,
"Små barns sorg" og "Sorg og omsorg i skolen".
Tilmelding og fleiri upplýsingar á heimasíðuni www.synergi.fo ella á tlf. 227464/225462 millum kl. 13-16 gerandisdagar.