DR fer út um mørk

DR hevur gloymt tey etisku virðini í X-Factor. Soleiðis ljóðar kritikkur frá øllum Danmark, nú sendingin hevur havt trý umfør í ár.

Men Jan Lagermand Lundme, undirhaldsleiðari hjá DR avvísir ákærurnar.

 

- Tað er als ikki ætlanin at útseta nakran. Vit vilja bert vísa, hvørji tey fólkini eru, sum koma til audition í X-Factor, sigur Jan Lagermand Lundme.

 

Men Jacob Mollerup, sum skrivar bloggur á netinum hjá DR sigur, at hann er samdur í, at sendirøðin hevur í ár fleiri dømi um fólk, sum eru útsett neiliga.

 

Hann heldur, at DR átti at tikið kritikkin í álvara og sigur, at orsøkin til, at DR ikki tekur hetta til eftirtektar er, at sendingin ongantíð áður hevur havt so nógvar hyggjarar sum nú.