Drúgt leikbann fyri at spýta

Premier League-spælari hevur fingið drúgt leikbann fyri at spýta eftir mótstøðuleikara.

Premier League-felagið West Ham reyk leygardagin úr FA Cup, tá ið tað bleiv til eitt 2-0-tap ímóti Wigan úr triðbestu deildini.


West Ham spældi við 10 monnum tað mesta av seinna hálvleiki, tí fýra minuttir eftir hálvleikssteðgin varð Arthur Masuaku rikin av vølli fyri at spýta á Wigan-leikaran, Nick Powell.


Dómarin, Chris Kavanagh, sá hendingina, og sambært dómarafrágreiðingini hevur enska fótbóltssambandið nú givið franska leikaranum seks dystir leikbann.


West Ham-venjarin, David Moyes, segði eftir dystin, at gerðin hjá Arthur Masuaku var vanvirðilig. Høvuðspersónurin sjálvur kom eisini við einari umbering.


- Eg vil fegin biðja um umbering fyri gerðina. Eg sveik liðfelagar, venjarar, leiðsluna og fjeppararnar, skrivar Arthur Masuaku á sínum Twitter-vanga.