Drúgv grein um Føroyar í New York Times

Erliga og fordómsfrítt greiðir amerikanski ferðamannablaðmaðurin Stephen Matcalf frá ferð síni í Føroyum í dagsins útgávu av stóra amerikanska tíðindablaðnum New York Times. Í greinini verður amerikanski avíslesarin vístur inn í ymsar krókar av føroysku nútíðini og fortíðini. Vitjað verður í Nólsoy og í Kirkjubø, farið verður í Stakkin, frágreiðing er frá slakti og grindadrápi, og hugleiðingar eru um oljuleitingarnar kring oyggjarnar. Eisini verður føroyska sjálvstýrismálið umrøtt, millum annað vinklað við USA og NATO. Prát er við bæði kendar og minni kendar føroyingar, og eisini ber til at síggja eitt filmklipp inni á heimasíðuni hjá blaðnum. Harumframt liggur eitt slideshow við frálíka góðum myndum, sum myndamaðurin Nadav Kander hevur tikið.

Fremmanda ferðafólkinum líkt, eru upplivingar og eygleiðingar í mentanini, sum undra. Eitt nú, at festið í Kirkjubø líka upp í okkara tíð er gingið í arv til elsta sonin. Í ferðafrágreiðingini kemur høvundurin nakrar ferðir við viðmerkingum til kynsmynstrið í Føroyum, har hann millum annað vísir á, at føroyingar eru gestablíðir: kvinnurnar bjóða monnunum drekkamunn og fara síðani út, so menninir kunnu fáa frið.

Í greinini sigur høvundurin, sum eitur Stephen Matcalf og er úr Brooklyn, at Føroyar helst er mest forvitnisliga staðið eftir í heiminum, og tað vakrasta, hann nakrantíð hevur vitjað.

Greinin í New York Times er sjáldsama væl frágingin og trúgv mótvegis Føroyum, í mun til tað, sum vit mangan lesa um Føroyar í útlendsku pressuni. Eisini er fjálgt at síggja, at høvundurin brúkar góð føroysk heimildarfólk sum keldur.

Heitið á greinini er Into the Mystical Unreal Reality of the Faroe Islands (Í gátuføra óveruliga veruleikanum Føroyum).

Greinin er at finna á: www.nytimes.com/2007/03/25/travel/tmagazine/03well.faroes.t.html